BBC hevur nú útgivið árliga 'Price of Football', har farið verður til bretsku fótbóltsfeløgini fyri at kanna teir ymsu prísirnar, alt frá árskorti til ein kopp av thé. Tað vísur seg, at tað er nógv dýrast at hyggja eftir fótbólti í London, meðan prísirnir eru meiri rímiligir hjá Manchester-feløgunum og Liverpool.
Dýrasta einstaka atgongumerkið selur Arsenal, sum tekur 975 krónur fyri eitt setur í ávísum bólkum, meðan Tottenham og Chelsea eisini taka yvir 800 krónur fyri einstøk atgongumerki. Manchester United, Manchester City og Liverpool eru harafturímóti bíligari – tey taka ongantíð meira enn 580 krónur.
Tað dýrasta bíligasta atgongumerkið er á Stamford Bridge hjá Chelsea. Har mást tú nevniliga av við 520 krónur fyri tað bíligasta atgongumerkið. Bíligastu atgongumerkini í Premier League selur Leicester City. Har kanst tú nevniliga fáa Premier Leauge-fótbólt fyri 220 krónur, um tú ikki endiliga vil sita so væl fyri. Vilt tú sita væl fyri, so kostar atgongumerki tað tvífalda.
Arsenal er eisini dýrast, tá ið tað snýr seg um árskort. Har kostar bíligasta árskortið nevniliga góðar 10.000 krónur. Manchester City og Stoke hava bíligastu árskortini til sølu, nevniliga 3000 krónur. Aftur her veldst tað tó um plássini, tí skalt tú sita væl fyri, so kosta tey 6100 krónur (Stoke) og 9000 krónur (Manchester City).
Nýggja felagið í Premier League, Bournemouth, er einasta felagið, sum ikki hevur nakran prísmun á atgongumerkjunum. Har kosta øll atgongumerkini 320 krónur, óansæð hvar tú situr.
Hóast Chelsea er ímillum tey dýrastu í so at siga øllum uppteljingunum, so er London-felagið bíligast í tí einu. Teir selja nevniliga bíligasta koppin av thé í Premier League. 10 krónur kostar hann.
PDF-fílur við øllum prísásetingunum sæst HER.