Tað er eingin ivi um hvat metmaðurin ynskir sær í føðingardagsgávu

Klæmint A. Olsen hevur, nú hann fyllir 35 ár, spælt 570 dystir og skorað 308 mál í fremstu røð

 

 

Klæmint A. Olsen heldur 35 ára føðingardag í finska høvuðsstaðnum. Hann er føddur 17. juli í 1990, og tølini siga, at 35 ára føðingardagsbarnið er ein av teimum, sum hevur havt størst týdning í føroyskum fótbólti yvirhøvur.

 

Í dag eru Klæmint og liðfelagarnir í Helsingfors, og eingin ivi er um, hvat tað snýr seg um hjá NSÍ liðformanninum og liðfeløgum hansara. Hóast NSÍ er frammanfyri 4-0 undan fyrsta bríksli, so er fokus á rætta stað:

 

-Um vit ikki eru fult og heilt savnaðir um tað, sum bíðar klokkan 17 í dag, so er tað møguleiki fyri, at vit kunnu missa leiðsluna. Í Klaksvík sóu vit, at teir undir dystinum ikki megnaðu at venda gongdini, og soleiðis kann tað eisini verða hjá okkum, um tað fyrstu løtuna ikki gongur okkara veg. Tí hevur tað alt at siga, at vit ikki hugsa um 4-0 men bara hugsa um tað, sum nú stendur fyri framman, sigur NSÍ liðformaðurin.

 

Klæmint A. Olsen er nógv tann royndasti NSÍ spælarin í Finnlandi í dag, og tað verður hann, sum fer at ganga undan og við sínum fína hugburði at vísa liðfeløgunum besta fyridømi.

 

FaroeSoccer veit at siga, at Klæmint A. Olsen tilsaman hevur spælt 478 dystir á hægsta stigi fyri NSÍ og skorað 291 mál. Á landsliðnum hevur hann spælt 64 ferðir og skorað 10 mál, og í íslendskum fótbólti spældi hann 28 dystir og skoraði sjey mál við Breiðablik.

 

Tað vil siga, at tilsaman hevur 35 ára føðingardagsbarnið á hægsta stigi spælt 570 dystir og skorað 308 mál. Um tað í dag fer at eydnast NSÍ at vinna seg víðari í Europa Conference League ímóti HJK, sum verður roknað at eiga besta fótbóltsliðið í Finnlandi, so verður tað vorðin sum føðingardagsgávu til Klæmint og stórt herðaklapp til NSÍ og føroyskan fótbólt yvirhøvur.

 

HJK Finnland – NSÍ: Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi kl. 17.00