Tað er gott at eiga vinir í altjóða fótbólti

Fótbóltur: FSF umboðini á fundinum í Prag fríggjadagin halda avgjørt, at tað kom teimum til góðar, at teir áður hava spælt ímóti bæði skotum og kekkum

FSF umboðini, sum fríggjadagin í síðstu viku vóru í Prag, har skráin fyri komandi EM luttøkuna var fingin upp á pláss, fingu ikki so lítið av einum skelki, áðrenn teir nakrantíð fóru av landinum.

Sum vit søgdu undan fundinum í Prag, so gongur tað alt meiri tann vegin, at UEFA ynskir at hava europeiska landsliðsfótbóltin í alt styttri og styttri tjóðri. Hetta verður m.a. gjørt við, at færri dagar verða settir av til landsdystir, enn tað hava verið gjørdir áður, og til stóra gleði fyri stóru feløgini, so eru dagarnir stúgvaðir meiri saman, enn tað hevur verið vanligt higartil.

Hetta vistu føroysku umboðini væl frammanundan, at teir fóru av landinum. Skelkurin, sum teir fingu, beint áðrenn teir fóru avstað, var, at bræv kom frá UEFA, um at teir høvdu gjørt eitt uppskot til, hvussu dystirnir skuldu avgreiðast í bólki níggju.

? Rákið er týðuligt tann vegin, at alt meiri verður avgjørt á sentralum staði, og eg verði ikki kløkkur, um tað eina ferð í framtíðini verður soleiðis, at londini, sum eru komin í bólk saman, ikki fáa møguleikan at fundast um skránna, sum í staðin fer at verða løgd av UEFA og síðani send okkum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, sum hevur verið við til slíkar telvingar nakrar ferðir.


Uppskotið hjá UEFA

At føroyingar vóru skakkir, tá teir hugdu at uppskotinum frá UEFA er ikki at undrast á.

UEFA hevði gjørt uppskot til skrá, eftir at teir høvdu givið hvørjum landinum ein bókstav. Skotland hevði sum hægst styrkismetta landið fingið bókstavin A, og Estland hevði sum lægst styrkismetta landið fingið bókstavin F.

Í uppskotinum var lagt upp til, at Føroyar í ár skuldu spæla á útivølli móti Kekkia 6. september, og heima móti ávikavíst Litava og Estlandi 10. og 14. oktober.

Komandi ár skuldu føroyingar til Skotlands 27. mars, Bosnia skuldi koma á Svangaskarð 31. mars, Føroyar skuldu til Bosnia 9. juni, Skotland skuldi koma á Svangaskarð 5. september, føroyingar skuldu til Litava 8. september, og í síðsta umfarinum, 10. oktober í 1999, skuldi Kekkia spæla á Svangaskarði.


Tutlið í korridorunum

Føroyingar vóru sjálvsagt ógvuliga spentir, um londini í bólkinum, sum høvdu mest at siga ? Skotland og Kekkia ? fóru at brúka uppskotið frá UEFA og út frá tí tillaga endaligu skránna, ella um tey fóru fullkomuliga at bróta upp úr nýggjum.

? Royndirnar hava lært okkum, og vit mugu bara ásanna, at tað eru londini, sum eru styrkismett ovast, ið hava mest at siga, og at tað sjáldan ella ongantíð spyrst nakað gott burturúr, um vit ella onkur annar av teimum smáu roynir at seta høvd upp á teir stóru. Ofta vísir tað seg frægast at halda seg kúrran sum longst, og at fáa onkra avtaluna við teir stóru frá hondini í korridorunum, áðrenn tað av álvara verður farið undir felags tingingarnar, og soleiðis vísti tað seg eisini hesa ferð, sigur Ísak Mikladal:

? Longu áðrenn vit fóru úr Føroyum høvdu vit fingið eitt vink frá kekkum um, at teir vóru hugaðir at koma henda vegin í september, um vit vildu ganga við til at spæla í Kekkia í síðsta umfarinum, og tað søgdu teir seg vilja standa við.

? Áðrenn vit fóru inn á fundin, tosaðu vit við skotar, og teir spurdu okkum, um tað ikki var soleiðis, at okkum dámdi væl at spæla á heimavølli í juni. Tað ásannaðu vit, og so bjóðaðu teir sær at koma henda vegin fyrst í juni komandi ár, um vit vildu koma niður til teirra í oktober í ár. Og so vóru vit longu komnir væl ávegis.


Kreditvirðið

Kekkisku vertirnir settu fundin, og eingin hevði nakað ímóti, at teir leiddu fundin.

Fyrsta takið var at tosa um útgangsstøðið, og tá gjørdu skotar vart við, at teir hildu tað vera meiri hóskiligt, um teir sum síðst drigna landið í bólkinum fingu bókstavin F, og at Estonia fekk bókstavin A. Hetta gekk fundurin við til, og so sá beinanvegin nógv betri út hjá føroyingum.

? Vit søgdu einki, men tað kom sjálvsagt sera væl við, at kekkiski fundarleiðarin sum næsta punkt á dagsskránni av einslistum fór at greiða hinum luttakarunum frá, hvussu umstøðurnar eru hjá Føroyum og føroyingum. Hann segði, at teir vóru sera fegnir um, at teir fyri triðju ferð í níti árunum vóru komnir í bólk við okkum, og hann bað umboðini fyri hini londini hava í huganum, at hjá okkum ber tað ikki til at spæla á heimavølli í oktober, og at tað ber als ikki til hjá okkum at spæla landsdystir í mars.

? Nú aftaná kunnu vit bara staðfesta, at hetta hevði árin á hinar luttakararnar, tí vit skulu ikki spæla á heimavølli í oktober, og alt bendir á, at vit sleppa undan at spæla á útivølli í mars. Útidysturin móti Bosnia er lagdur at vera 19. august. Tað høvdu tey fýra fundarumboðini fyri Bosnia einki ímóti, men um tað vísir seg, at hetta ikki fer at bera til hjá teimum, so kann tað koma upp á tal, at dysturin verður fluttur til síðst í mars, men tað vóna vit sjálvsagt ikki, greiðir Ísak Mikladal frá.


Kenna sína støðu

At tað sjáldan ella ongantíð spyrst nakað burtur úr, tá tey smáu fara at spæla við musklunum og royna at taka ræðið yvir teimum stóru, var fundurin í Prag gott dømi um.

Estland møtti við tveimum fullfíggjaðum alternativum um, hvussu teir ætlaðu, at øll kappingin, sum hon er, skuldi avgreiðast. Tað hóvaði ikki teimum stóru, og so tóktist tað líka sum, at Estland so at siga mátti taka til takka við molunum, tá teir stóru høvdu býtt køkuna millum sín.

? Okkara leiklutur í slíkum samráðingum er at fylgja væl við og fanga teir møguleikar, sum stinga seg upp, tá teir stóru tingast. Sum eg áður havi sagt, so eru vit væl nøgdir, men samstundis má eg undirstrika, at tað var serliga gagnligt fyri okkum, og tað legði góðan botn í, at vit áður hava spælt móti og verið vertir hjá skotum og kekkum, sigur Ísak Mikladal.