Tað er nógv, sum bendir á, at tað gongur rættiliga væl í føroyska samfelagnum.
Tað staðfesti Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini, í løgtinginum.
Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Jørgen Niclasen um at taka eitt lán upp á 155 milliónir til landskassan til hall og fyri at lúka minstukrøv um gjaldførið.
Bárður Nielsen vísir á, at tey flestu hava tað rættiliga gott og vinna væl av pengum, bæði vinna og borgarar og samstundis gera kommunur stórar íløgur, umframt at tær lækka skattir og gjøld.
- Allir kassar hava tað gott, uttan landskassin, sum hevur hall, sigur Bárður Nielsen.
- Tað eigur ikki at vera neyðugt at taka lán í so góðum tíðum sum hesum, men tað bendir á, at vit hava eitt bygnaðarligt hall á fíggjarlógini, sigur hann.
Men hann sigur, at samgongan arbeiðir við at fáa hallið burtur næsta ár og hann leggur dent á, at tey fara at gera tað, tey eru ment fyri at røkka tí endamálinum.
Kristina Háfoss, tingkvinna fyri tjóðveldi heldur, at orsøkin til, at landskassin ikki gevur avlop, er, at tann førdi fíggjar- og búskaparpolitikkurin er skeivur. Og serliga heldur hon at ein orsøk er, at allar nýskipanirnar ikki eru gjørdar.
- Tað hevur verið torført at fáa samanhang í landskassan, síðani fullveldissamgongan skerdi blokkin 366 milliónir í 2002, sigur Bárður Nielsen.
Um eina løtu greiða vit frá her á ww.in.fo hví Kristina Háfoss er grundleggjandi ósamd og hví hon heldur, at onkrar alarmklokkur áttu at ringt hjá samgonguni.