Tað er langt millum víkingarnar

KÍ er best umboðað millum teir, sum landsliðsvenjarin fyrrapartin hevur sent boð eftir

Mads Bo Mikkelsen, KÍ, hevur í dag fyri fyrstu ferð fingið landsliðsboð. Her sæst hann saman við landsliðsveteraninum Sølva Vatnhamar úr Víkingi

24 spælarar vera í hópinum, tá ið landsliðið í næsta mánað fer at spæla fýra dystir í Nations League kappingini.

 

Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur fyrrapartin kunngjørt, hvørjir teir eru, sum hava fingið landsliðsboð. Einasta ivamálið er, hvør ein av álopsspælarunum verður. Landsliðsvenjarn segði, at tað verður Jóan Símun Edmundsson, um hann verður tøkur. Jóan Símun er fyri ikki so langari tíð síðani skurðviðgjørdur í rygginum.

 

Tað sæst aftur á úttøkuni, at KÍ hevur verið sera sannførandi higartil í ár. Seks spælarar úr Klaksvík hava fingið landsliðsboð. Nýggjur maður er Mads Bo Mikkelsen, sum ikki áður hevur verið á landsliðnum, og sum hevur verið rættiliga stinnur higartil í ár.

 

Víkingur hevur higartil verið greitt næstbesta liðið, og í gjár var Víkingur omaná, tá ið tað í Sarpugerði endaði málleyst millum Víking og KÍ. Tá ið landsliðið síðst í mars var á venjingarlegu í Spania, vóru tveir spælarar úr Víkingi í ferðalagnum, og teir eru einastu spælararnir í Víkingi, sum hava fingið landsliðsboð – Gunnar Vatnhamar og Sølvi Vatnhamar.

 

Av teimum, sum í dag vórðu úttiknir til landsdystirnar ímóti Turkalandi, Litava og Luksemburg, umboða níggju útlendsk feløg – um Jóan Símun Edmundsson verður taldur við. Næstflest spælarar á landsliðnum av føroysku feløgunum hevur HB – fýra spælarar.

 

 

 

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður Ísland

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

Viljormur Davidsen, Helsingborg IF Svøríki

Daniel Johansen, HB Tórshavn

Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK Noreg

Hørður Askham, HB Tórshavn

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Noreg

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, KR Reykjavík Ísland

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen Noreg

Hannes Agnarsson, HIK Danmark

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík

Patrik Johannesen, Keflavík Ísland

 

 

 

4. juni    Turkaland – Føroyar

 

7. juni    Føroyar – Luksemburg

 

11. juni  Føroyar – Litava

 

14. juni  Luksemburg – Føroyar

 

Mads Bo Mikkelsen, KÍ, hevur í dag fyri fyrstu ferð fingið landsliðsboð. Her sæst hann saman við landsliðsveteraninum Sølva Vatnhamar úr Víkingi