Tað er munandi betri javnstøðu hjá tí almenna enn hjá tí privata

Hagstovan hevur gjørt upp, hvussu kynsbýtið er hjá fólki í leiðandi størv - okkurt úrslit er kanska óvæntað

Í dag er altjóða kvinnudagur og í hesum sambandi hevur Hagstovan gjørt upp, hvussu javnt, leiðandi størv hjá tí almenna, og hjá tí privata, eru býtt ímillum kynini.

 

Og tað vísir, ikki óvæntað, at tað eru nógv færri kvinnur í leiðandi størvum enn tað eru menn.  Men tað vísir eisini, at tað er munandi betri javnstøða hjá tí almenna enn tað er hjá tí privata.

 

Uppgerðin vísir nevniliga, at í privatu fyritøkunum eru 17 prosent av stjórunum kvinnur. Og hjá tí almenna eru 59 prosent av kvinnunum stjórar.

 

Í privatu fyritøkunum eru 18 prosent av nevndarlimum kvinnur, men í almennum stovnum eru 40 prosent av nevndarlimunum, kvinnur.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##