Eg skilji ikki, at politikararnir bara sita hendur og favn og bíða. Tí hvør kann í dag hava álit á, at bankakanningarnevndin er so óheft, sum skal vera.
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri, og fyrrverandi landsstýrismaður, er ein teirra, sum hevur mist alt álit á bankakanningarnevndini - og á donskum politikarum og embætisfólki sum heild.
Hann sigur, at passar tað, sum er ført fram í sjónvarpinum nú í trimum sendingum um donsku kreppuloysnirnar í Føroyum, er tað so álvarligt, at vit eiga at taka málið í okkara egnu hendur.
Passar tað, sum sjónvarpið hevur ført fram, avdúkar tað at danskir myndugleikar hava lagt eina ráðagerð ímóti eini heili tjóð í Norðuratlantshavi, sum er so grov, at hon hevur ikki sín líka í vesturheiminum í nýggjari tíð.
Og tey, sum hava lagt hesa ráðagerð ímóti okkum, er fremsta politiska, umsitingarliga og fíggjarliga vald í danska ríkinum. Tað er sjálvt forsætismálaráðið, Ídnaðarmálaráðið, Fíggjareftirlitið og Den Danske Bank.
Tí dugi eg ikki at skilja at landspolitikarar okkara bara hava sett seg hendur í favn at bíða eftir úrslitinum av hjá bankakanningarnevndini.
Tí eitt er at verða lumpaður uttan at vita av tí. Eitt heilt annað er at verða lumpaður, og vita av tí. Tá ber ikki til at seta seg upp afturá at bíða.
Vit kunnu ikki longur lata okkum draga eftir hárinum. Eftir tí, sum er avdúkað í sjónvarpinum, ber ikki til at hava álit á nøkrum, heldur ikki á bankakanningarnevndini.
Eftir tí, sum er komið fram í sjónvarpinum, er danska ráðagerðin ímóti okkum so grov, at tað er ongin sum sigur, at bankakanningarnevndin ikki eisini er ein partur í somu ráðagerð.
Tí hvussu kunnu vit hava álit á eini nevnd, sum hetta sama forsætismálaráð hevur valt, sum frammanundan hevur lumpað okkum so grovliga, og verið við til at smurt eina skuld uppá 2,7 miljardir uppá okkum føroyingar.
Páll Vang sigur, at tað er ongin sum sigur, at danskir myndugleikar ikki eisini hava bílagt bankakanningarnevndina til at koma við einum ávísum úrsliti, sum hóvar teimum.
Eg skilti ongantíð, at danska stjórnin noktaði okkum dómarakanningina.
Men eftir at hava fylgt við í sjónvarpinum í seinastuni, skilji eg tað betur.
Men eftir tí, sum er komið fram, ber ikki til at hava álit á nevndini. Tí hvør sigur, at ikki eisini hon er politiskt stýrd, og at úrslitið er greitt frammanundan.
Tí eiga vit beinanvegin at boða frá, at vit hava ikki álit á bankakanningarnevndini og vit eiga beinanvegin nú at boða frá, at vit vilja ikki vitað av úrslitinum.
Páll Vang sigur, at ístaðin eiga vit at seta okkara egnu kanningar í verk.
Vit eiga at velja nakrar sakførarar, føroyskar, norskar og svenskar - bara ikki danskar - at kanna málið fyri okkum av nýggjum.
Hesir sakførarar skulu biðja um tey skjøl, sjónvarpið hevur, og tey skjøl, sum sjónvarpið ikki fekk.
Og tað vildi verið løgið, um danska stjørnin noktaði føroyskum myndugleikum skjøl, sum viðvíkja føroyska samfelagnum, heldur Páll Vang.
Vit eiga at gera tað beinanvegin, áðrenn bankakanningarnevndin hevur lagt úrslitið fram.
Tí bíða vit til nevndin er liðug, og úrslitið gongur okkum ímóti, verður tað brúkt ímóti okkum. Tá er ov seint at siga, at vit góðtaka ikki bankakanningina.
Páll Vang sigur, at løgtingið eigur at seta pening av á næstu fíggjarlóg til arbeiðið.
Við at seta okkara egnu kanningar í verk beinanvegin, vísa vit, at vit eru ørkymlað av tí, sum er komið fram, og at vit hava onki álit á teirri kanning, sum er á veg.
Páll Vang sigur, at vísur tað seg, at hægsta politiska vald í Danmark hevur stýrt Føroyum beint í eina kreppu, sum bleiv so djúp, sum, sum hon bleiv, er tað so álvarsligt, at tað er nógv verri enn tær 2,7 milliardirnar, sum bankabjargingarnar kostaðu.
Tí tá er málið so álvarsligt, at vit mugu fara til verka fyri tey, sum mistu milliónir í partapengum í teimum trimum bankunum, tey sum mistu milliónir á bókunum í Fossbankanum, teir túsundtals føroyingar, sum mistu arbeiði, teir túsundtals føroyingarnir, sum noyddust at flýggja av landinum, og teir hundraðtals føroyingar, sum noyddust frá frá húsi og heimi.
Og kann tað prógvast, at talan er um eina danska, politiska ráðagerð, er eingin ivi um, at talan eigur at verða um eitt fíggjarligt krav ímóti dønum sum vigar upp ímóti tí, sum kreppan kostaði føroyingum krav - um neyðugt við einum sakarmáli, sigur Páll Vang.