Tað er óvissa í HB um liðformannin og toppskjúttan

Ein av stóru spurningunum í HB, sum í dag tryggjaði sær silvurkrónurnar, er, hvussu tað næsta ár verður við lyklaspælarunum Emil G. Pedersen og Viljormi Davidsen

Emil G. Pedersen legði í dag HB á odda 1-0. Hetta var 20. málið hjá HB toppskjúttanum í ár

HB tryggjaði sær í dag silvurkrónurnar í landskappingini. HB vann 2-0 á útivølli ímóti Víkingi. Harvið hevur HB vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar ímóti Víkingi, sum nú hevur fokus á steypafinaluni ímóti KÍ. Hon verður fríggjakvøldið, og tá fer Atli Gregersen at spæla fyri síðstu ferð í bestu deildini.

 

At HB hevði silvurkrónurnar við sær úr Sarpugerði kennist í felagnum at vera góðtikið úrslit, tá ið havt verður í huga, hvussu støðan var, tá ið tað í mai var neyðugt at skifta venjaran út.

 

Fyrsti dystur hjá André Olsen sum HB venjari var 9. mai í Sarpugerði, tá ið HB vann 1-0. Síðani hevur HB ikki tapt í landskappingini, og 2-0 sigurin í Gøtu í dag ber við sær, at André Olsen fer í vetrarfrí frá kappingini, uttan at hann hevur roynt at fara av vøllinum við ongum stigi.

 

Stóri spurningurin hjá André Olsen og hinum í HB er, hvussu manningin verður í 2026.

 

Høvuðsleikarar á góða HB liðnum hava verið liðformaðurin Viljormur Davidsen og álopsspælarin Emil G. Pedersen.

 

Í dimma.fo segði Viljormur Davidsen fyrr í dag, at hann í næstu viku fer at hugsa um, hvussu tað verður við tilboðunum, sum hann hevur fingið um sáttmála. Hann sigur, at tað er møguleiki fyri, at hann fer at halda fram í HB, men at tað ikki er vist.

 

https://dimma.fo/grein/viljormur-tekur-stodu-i-naestu-viku

 

Í dag skoraði Emil G. Pedersen fyrra málið. Uppspælið átti Jákup L. Thomsen. 18 minuttir undan leikloki var tað miðvallarin Ási P. Dam, sum sneiddi seg leysan, áðrenn hann við langskoti staðfesti 2-0 sigurin.

 

Emil G. Pedersen endaði á triðja plássi á máltindinum. Í dag skoraði hann fyri 20. ferð, og tað er merkisvert, at hann hevur skorað í øllum landskappingardystunum síðani summarsteðgin, tá ið sæð verður burtur frá málleysa javnleikinum í Klaksvík.

 

Tað er ikki greitt, hvar Emil G. Pedersen fer at spæla í 2026. Søgurnar siga, at KÍ er áhugað í at skriva sáttmála við norska málkongin, og at tað eisini eru feløg uttanlands, sum hava víst áhuga fyri honum.

 

 

 

Víkingur – HB 0-2 (0-1)

 

0-1: Emil G. Pedersen

 

0-2: Ási P. Dam

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Olaf Bárðarson, Ingi Jonhardsson – Jørgen Nielsen

 

HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen), Ári Mohr Jónsson – Ási P. Dam, Heðin Hansen, Sammy Skytte, Heini Sørensen  – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen

 

 

 

Emil G. Pedersen legði í dag HB á odda 1-0. Hetta var 20. málið hjá HB toppskjúttanum í ár