? Eg veit ikki, um eg skal kenna meg æraðan, nú eg frætti, at Sverri Hansen ætlar sær at koma til løgtingið at biða um hjálp.
Hetta er viðmerkingin frá formanninum í Fólkaflokkinum, Óla Breckmann, tá vit spyrja hann, hvørja støðu Fólkaflokkurin á tingi hevur til at hjálpa Framtaksgrunninum, sum hevur mist eginpeningin upp á tvær milliónur krónur.
? Vit í Fólkaflokkinum hava verið djúpt ósamdir við Sverra Hansen, sum er ein av fáu sosialistunum, sum eftir eru, og sum tí varð settur sum formaður í Framtaksgrunninum, sigur formaður Fólkafloksins.
? Eg trúði, at hann hevði ætlað at orna alt hattar sjálvur - at klára seg uttan løgtingið, tí hann hevur goymt seg hvørja ferð vit hava viljað havt fatur á honum. Vit hava bara fingið at vita, at løgtingið ikki skal blanda seg upp í hansara sjálvupphevjaðu vinnuligu avgerðir.
Óli Breckmann vil ikki siga, at Fólkaflokkurin nú fer at nýta høvi at geva Framtaksgrunninum mønustingin, men sigur, at tað ikki er óvanligt at hjálpa fólki í neyð.
Men fer Fólkaflokkurin at bjarga framtaksgrunninum?
? Eg vil fyrst síggja, hvørja hjálp Sverri Hansen vil hava frá løgtinginum nú hann soleiðis kemur krúpandi til krossin, og eftir at hann hevur hildið upplýsingar duldar fyri løgtinginum, eins og allar aðrar skarnsgerðir, hann hevur gjørt.
Fer Fólkaflokkurin at bjarga framtaksgrunninum?
? Lat okkum nú síggja, hvussu nógvar vinir Framtaksgrunnurin hevur í løgtinginum?, er tað nærmasta svarið, vit fáa frá formanni Fólkafloksins, Óla Breckmann.