Tað eru vit sjálvir sum skulu menna samfelagið

Føroyar er eitt lítið land og soleiðis eiga vit eisini at hugsa um Føroyar. Og júst tað, at landið er lítið ger, at vit eru sera bundin av at vit stuðla hvørjum øðrum, og serliga stuðla føroyskari framleiðslu. Bíligt útlendskt borgar sjáldan fyri góðsku.

Og stendur illa til hjá heimaframleiðsluni í Føroyum, stendur verri til á politiska økinum. Tað eru fáir glottar at hóma millum føroyskar politikarar. Teir flestu eru so bundnir av at hugsa politikk soleiðis sum teir hugsaðu í 70?unum og 80?unum, at teir ikki longur duga at hugsa konstruktivan og mennandi politikk

Eg havi fyrr víst á, at trongskygni og vanahugsan ikki byggir samfelagið, og eg eri freistaður at leggja afturat: Tað gera leysir dreymar og háfloygd orð um Føroyar sum eina tjóð millum tjóðir heldur ikki. Hetta skal tó ikki skiljast so, at eg eri ímóti, at vit gerast fræls tjóð, sjálvandi eri eg ikki ímóti tí. Men hetta eigur ikki at henda í morgin ella næsta ár. Hendir tað, so eigur tað at verða so við og við, tí samfelag og búskapur okkara eru ikki ment at bera eina bráa loysing frá Danmark. Vit skulu í minsta lagið vera vísir í hvussu vit kompensera fyri ta milliardina, danir lata okkum í blokkstuðli hvørt ár. Og vit skulu eisini hava tíð at byggja ein import/eksport, sum fullkomiliga er óheftur av donskum millumhandlarum og av donskum væl súltaðum vana at senda okkum secundavørur. »Mådelig pølse er altid bedst!« Og júst hetta skulu vit eisini venja okkum av við at hugsa um okkum sjálvi og tað, vit fáa av skafti. »Hetta er nóg gott til føringar!« Ja, soleiðis hugsar meginparturin av føringum, sum framleiða til føringar. Og ikki at gloyma: Vit kennast, so eg fái tað bíligari! Eingin føringur kann keypa breyð fyri at »vit kennast«!


Bíligt útlendskt borgar ikki fyri góðsku

Føroyar er eitt lítið land og soleiðis eiga vit eisini at hugsa um Føroyar. Og júst tað, at landið er lítið ger, at vit eru sera bundin av at vit stuðla hvørjum øðrum, og serliga stuðla føroyskari framleiðslu. Tað nyttar lítið at grenja inn á danir um vit heldur keypa Matilde mjólk og aðra danska framleiðslu heldur enn føroyska, tí hin danska er bíligari. Bíligt borgar ikki fyri góðsku, og bílig útlendsk vøra, sum kappar heysin av føroyskari framleiðslu, ger tað trupult hjá okkum at gerast fræls tjóð. Tí mugu vit eisini vakna á hesum øki. Vit mugu royta okkum sjálvi í nakkan og keypa føroyskar bókmentir fram um danskar. »Jamen føroyskar bøkur eru so dýrar!« Ja sjálvandi, tí tað eru ov fá sum keypa tær. Og hetta ger eisini, at menningin sum átti at veri innan føroyskan skaldskab, sleppur ikki framat. Hvør tímir ella torir at eksperimentera bókmentaliga tá tøkkin kanska er, at føringar heldur keypa danskt ella norskt av sama slagið? Allir føroyskir rithøvundar hava ikki somu treytir at virka undir sum William Heinesen. Men hinvegin hungra óiva nógvir føringar eftir, at vit aftur fáa ein navnframan rithøvund. Tað ber til hjá málningalistini, tí eigur tað eisini at bera til hjá rithøvundum. Men tað er treytað av, at vit fyrst og fremst hugsa um at menna mentan okkara áðrenn vit hugsa um pengapungin.


Handilsmenn

eru ikki politikarar

Stendur illa til á mongum økjum í Føroyum, stendur ringast til á politiska økinum. Tað eru fáir glottar at hóma millum føroyskar politikarar. Teir flestu eru so bundnir av at hugsa politikk soleiðis sum teir hugsaðu í 70?unum og 80?unum, at teir ikki longur duga at hugsa konstruktivan og mennandi politikk. Og lítið nyttar at hugsa loysing og frælsi, hava vit ikki neyðuga grundarlagið at byggja og varveita samfelagið á. Men hinvegin fáa vit sjálvandi tað vit velja. Velja vit teir beru handilsmenn, pengamenn og virkiseigarar inn á ting, so fáa vit sjálvandi ein politikk sum er stýrdur av at skula varveita inntøkurnar hjá somu monnum. Handilsmenn, pengamenn og virkiseigarar hava sínar privatu skyldur at røkta. Politikarar eiga at vera menn sum hava visjónir, sum ikki eru heftir av, at tann og tann avgerðin fær avleiðingar fyri egna fyritøku. Og hetta sigi eg ikki tí eg havi nakað ímóti handilsmonnum, pengamonnum og virkiseigarum, tvørturímóti. Teir eru eins neyðugir í samfelagnum sum øll onnur. Uttan teir er eingin menning í samfelagnum. Men tað ber ikki til at vera óheftur politikari so leingi sum óttin fyri egnum privatvirksemi ávirkar álvarsligar avgerðir. Tí er neyðugt at føroyski veljarin byrjar at hugsa øðrvísið.


Skúlaverkið

Men tað eru aðrir, sum eisini noyðast at fylla skallan við nýhugsan og millum teirra liggur føroyska útbúgvingarverkið fremst. Vit noyðast at hugsa aðrar leiðir. Vit noyðast at hugsa longur enn frá 1. flokki til studentaskúlan, tí har frá taka danir yvir. Tí danska skúlaverkið er á so lágum støði, at kappingarførið hjá dønum er versnað av álvara seinastu 15 árini. Tað danska skúlaverkið, sum lá á odda í Evropu í 70?unum er sorað sundur av hugsanini um, at øll skulu vera líka, kosta hvat tað kosta vil. Tí eiga vit at bera so í bandi, at føroyskir studenta- og handilsskúlanæmingar v.fl. hava betri møguleikar at leita sær til onnur lond, teirra millum Svøríki, Noregi, Bretlands, Íslands v.fl. Er nakar í iva í hesum máli, so ber til at lesa bókina »Verdens bedste uddannelsessystem«, sum viðgerð syrgiliga veruleikan innan danska skúlaheimin. Sjálvur upplivi eg hesi vána viðurskifti hvønn dag. Men sjálvandi hava árini í Finnalandi og Svøríki givið mær eitt samanberingargrundarlag, sum tey, sum bert kenna danska skúlaverkið, ikki hava. Tí er tað avgerandi, at vit finna okkum onnur skúlaverk at samanbera við enn tað danska.

Vit eiga eisini at syrgja fyri, at skúlaverkið leggur seg eftir at menna tað, sum er sermerkt fyri mentan okkara og at leggja dent á eina útbúgving, sum mennir teir praktisku eginleikar, føringar hava í sær sum oyggjabúgvar. Eitt skúlaverk, sum eftirapar meginlendskum curricula hevur lítið við Føroyar at gera. Hetta skal tó ikki órógva, at vit eisini búgva skúlaungdómin út til at kunna lesa víðari aðrastaðni í Evropu. Men tað er heldur ikki neyðugt at blanda hesi bæði saman, tí tey eiga at vera - og eru tað í nógvum øðrum smátjóðum - sundurskyld, men sjálvsagdur partur av heildini.


Danir skilja

okkum ikki

Mær rennur í hug tað Jørgen Frantz Jacobsen segði um viðurskiftini millum føringar og danir: »At Føroyar - tjóðskaparliga ? eru ikki danskar, at tær hóast 500 ára tilknýti við Danmørk hava til fulnar varðveitt síni eyðkenni, fram um alt málið, er ein sannroynd, sum bert lutvísliga er viðurkend í Danmørk. Danskir frøðingar alt frá C. C. Rafn upp til teirra núlivandi hava skilt tað og hava sýnt miklan áhuga eitt nú fyri føroyskum máli, og hetta fara føroyingar altíð at vera teimum takksamir fyri. Men danskur almenningur, ein stórur partur av blaðaheiminum og - tað er tað versta - í mongum føri umsitingin og lóggávan, kunnu ikki ella vilja ikki síggja hvussu veruliga er vorðið. Tað tykist at vera ein trúarsetningur, at Føroyar eru og skulu vera danskar.«

Og júst hetta, at danir hava ilt at skilja, at vit eru føringar og ikki danir ger, at teir hava ilt við at taka okkum í álvara. Teir hugsa um okkum á sama hátt sum teir hugsa um bornholmarar. Men hvussu kunnu teir skilja, at neyðars 45.000 sálir kunnu vera so sjálvstøðugar, at tær megna at eiga egið mál, egið ting (sum er eitt hitt elsta ið til er), egna mentan o.sfr. Teir skilja heldur ikki, at vit ikki eru so takksamir fyri »at danir hava tikið sær av okkum« í skjótt 600 ár. Teir skilja heldir ikki okkara hugsunarhátt, eins lítið og vit skilja teirra. Teir skilja ikki, at tá ein føroyingur sigur »skulu vit ikki gera tað og tað«, so meinar føroyingurin tað, tí danir eru vanir við, at fyri hvørja gerð hoyrir ein ógvusligur orðafloymur uttan innihald. Um tað er tí teimum dámar at hoyra seg sjálvar ella tað bert er teirra máti, veit eg ikki rættiliga - og eg verði neyvan klókari. Men føringar koma ofta illa fyri av dønum, tí føringarnir halda, at danir meina tað teir siga. Vit gloyma, at áðrenn teir siga tað teir meina, siga teir eina rúgvu, sum teir ikki meina. Og her ræður um »timing«. Hinvegin halda danir, at vit eru tunglyntir og nærum skulu noyðast at siga okkurt. Teir eru eisini rættiliga bilsnir tá vit eftir langa tøgn lyfta høvdinum og siga: »Nu tror jeg vi har snakket nok! Skal vi ikke se at få bestilt noget!«

? ? ?

Nei, danir fara neyvan at hjálpa okkum at menna samfelagið. Teir halda tað vera í fínasta lagið um vit liva sum vit altíð hava gjørt - við aðrari hondini rættari móti blokkstuðlinum, og hinari peikandi móti dønum meðan vit rópa: »Fyh! Det er jeres skyld det hele!« Og heilt ósekir eru teir heldur ikki. Men tað eru vit sum skulu menna samfelagið, tað eru vit sum skulu menna búskapin og tað eru vit sum skulu lata eitt gott og sterkt samfelaga, frælst ella ikki frælst, til eftirkomarar okkara!


Keypmannahavn 28. januar 1998