Hon ringdi úr Havn og navnið var bara Ingun, einki eftirnavn. Hon helt fyri, at tað er altíð spennandi, tá møguleikin býðst.
Og tað eydnaðist eisini sera væl hjá henni í kvøld.
Ingun valdi at deila høvuðsvinningin á 170.000 krónur í teir tríggjar leyparnar við 60.000 krónum í hvørjum leypi.
Her var einki roks.
Henni nýttist bert ta einu royndina. Hjólið steðgaði á reyða leypinum, og so vóru 60.000 krónur komnar í hús.
Aftan fyri hoyrdist gleði og látur, og Ingun helt fyri, at hetta var fantastiskt!
- Soleiðis kann tað eisini gerast, helt gekka-verturin í kvøld, Jan Gardar, fyri.