Av tí at Mjølnir vóru meistarar frammanundan, so stóð einki upp á spæl. Men tað er nú altíð stuttligari at enda kappingarárið við einum sigri og so serliga tá ein er vorðin meistari.
Men kvinnudysturin í Klaksvík byrjaði beint øvugt av tí roknast kundi við.
Liðini møttust í Havn tveir dagar frammanundan hesum dystinum og tá vann
Fleyr.
Tað var tí væntandi, at Mjølnir fór at gera alt fyri at siga takk fyri seinast, men tað var hóast alt Fleyr, sum var omaná, tað fyrstu tíðina í hvussu er.
Dysturin gjørdist drúgvur. Næstan eins drúgvur og dysturin hósdagin.
Fleyr vann fyrsta sett 15-10 og tað var eins og hósdagin Anna Dalsgarð og Rúna Hentze sum vóru serliga sterkar. Allar sum ein arbeiddu fyri hvør aðrari, og tí vunnu tær fyrsta sett.
Í øðrum settið raknaði Mjølnir við, og tær vunnu stórt, 15-6. Men munurin var ikki so stórur sum settúrslitið sigur. Nógvar drúgvar spælstøður vóru, men tá avtornaði var tað Mjølnir, sum fór við stigunum.
Sama skil gjørdi seg galdandi í triðja setti.
Mjølnir vann, men Fleyr-kvinnurnar vóru ikki bíligar til keyps!
Tá nú Mjølnir var komið afturíaftur og hevði lagt seg framum, so var væntandi, at tær fóru at taka fjórða sett lættliga. Og tað var eisini mangt sum bendi á tað í byrjanini av settinum.
Mjølnir streyk avstað, og Fleyr fekk ikki svarað aftur.
Álopsspælið steðgaði heilt einfalt upp, og Mjølnir hevði lætt spæl.
Men hvat Fleyr-genturnar hava tosað um í steðginum er ikki gott at vita, tí tá støðan var 14-6 til Mjølnir byrjaðu tær av álvara at spæla.
Og mín sann um ikki alt tað sum í byrjanini av settinum var horvið, nú kom afturíaftur.
Spakuliga hálaðu tær seg inn á Mjølnir, eitt stig fyri og annað eftir.
Og tað var ikki sørt, at áskoðararnir í Klaksvík byrjaðu at bíta negl.
Rættur spenningur kom í, tá Fleyr kom uppá 12-14 og nú byrjaðu nervarnir at spæla Mjølnir-spælarunum eitt puss.
Fleyr kom enntá fram um 15-14 og hevði settbólt, men einki hjálpti. Ov seint var. Mjølnir vann bóltin og fekk trý stig afturat, vann settið 17-15 og harvið dystin 3-1.
Men spennandi var tað í øllum førum. Og tað skulu Fleyr-spælararnir eiga til rós. Tær góvust ikki at spæla hóast tað sá svart út.
Men Mjølnir vann seinasta dystin á árinum og tær eru føroyameistarar í ár.
Tað vóru tær eisini áðrenn, men tær vóru nokk fegnar um, at tær høvdu hevnt tapið tveir dagar frammanundan.
Vit ynskja Mjølnir tillukku við meistaraheitinum.