Tað gongur ongan veg

Selmar Jacobsen, skúlastjóri í Sankta Frans Skúla sigur, at tað gongur ongan veg at fáa eina framhaldsdeild á skúlanum

- Fleiri foreldur og næmingar hava vent sær til skúlastýrið og givið eitt heilt greitt ynski um, at vit skipa eina framhaldsdeild á skúlanum, men tað gongur ongan veg, sigur hann.

 

Tað eru nøkur ár síðani tilgongdin byrjaði, men enn hevur málið ongantíð verið fyri nakrastaðni ella nøkur játtan givin til nakað sum helst.

 

Selmar Jacobsen greiðir frá, at fyri trimum, fýra árum síðani vóru bygningarbroytingar í skúlaskipanini í Havnini frammi, og tá var talan um at skipa skúlarnar í grunddeild (1. til 3. flokkur), miðdeild (4. til 6. flokkur) og hádeild (7. til 9. flokkur).

- Tá var talan um, at Sankta Frans Skúli skuldi nýtast til grunddeild og miðdeild. Tann ætlanin er ikki slept, men eingin onnur er komin í staðin. So vítt vit vita, so liggur eingin ætlan í kortunum um, at ein framhaldsdeild skal skipast á Sankta Frans Skúla frá myndugleikanna síðu, hóast bæði skúlastýrið, foreldur og næmingar ynskja tað, sigur Selmar Jacobsen.

 

Selmar Jacobsen viðgongur, at sum støðan er nú, eru umstøðurnar ikki nóg góðar til at hava eina framhaldsdeild í longdini, men ivast ikki í, at loysnir kunnu finnast hesum viðvíkjandi.

- Í næstum verður Skúlin á Fløtum bygdur, og tá verður Sankta Frans Skúli einasti miðbýarskúlin í býnum. Tað tykist sjálvsagt, at vit skulu bjóða teimum, sum búgva í býnum, møguleikan at ganga í skúla í býnum líka til 9. flokk, sigur hann.