Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og væntandi er, at tey flestu koma inn at landa í næstu viku.
- Men skipini, sum fiska upsa, hava smáligan fiskiskap. Tey fáa tó nakað av hvítum fiski sum hjáveiði.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tvey partrolarapør eru á gulllaksaveiði. Her plagdi eitt par at vera aftrat, nevniliga Eysturbúgvin og Vesturbúgvin.
Men síðan Eysturbúgvin sakk, hevur eingin makkari verið til Vesturbúgvan, og tískil eru bert tvey pør á gulllaksaveiði.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði. Teir koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku. Skipið fiskar í bretskum sjógvi.
Fýra av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.
Væntandi landa allir trolbátarnir í næstu viku.
Fýra garnaskip eru eisini til fiskiskap í løtuni. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Øll garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og væntandi landa øll í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.