Vindmyllur eru motorurin í grøna orkuskiftinum, men tað gongur ov striltið við at økja um framleiðsluna av vindorku.
Vit kunnu ikki dúva uppá lætta atgongd til bíliga fossila orku í allari framtíð. Oljuprísirnir eru nógv hækkaðir av krígnum í Miðeystri, og hetta er bara byrjanin.
Vit kunnu og skulu fáa meira ferð á vindorku, og vit skulu taka burtur fyrisitingarligar forðingar, sum ikki eru skynsamar.
Umhvørvisárinsmetingar er kravdur partur av fyrireikingunum at seta vindmyllur upp. Umhvørvisstovan skal góðtaka hesar metingar, áðrenn loyvi verður givið. Soleiðis skal tað sjálvandi vera.
Vindmyllurnar á Gellingarkletti norðanfyri Havnina hava seinastu trý árini spart SEV fyri íalt knøpp 50.000 tons av olju og um 240 míó. kr. í minni oljukeypi.
Nýggju vindmyllurnar í Klivaløkshaga í Sandoynni kunnu spara SEV fyri upp móti 30.000 tonsum av olju um árið og 140 mió kr. í minni oljukeypi.
Nú eru hesar vindmyllurnar seinkaðar, tí Yvirfriðingarnevndin er komin við krøvum um nýggjar fuglateljingar. Annars hevði arbeiðið at seta myllurnar upp longu verið í gongd.
Vit skulu gera alt fyri, at hendan seinkingin verður so stutt sum møgulig, so uppseting kann byrja helst seinni í ár ella fyrst í 2027.
Tiverri eru vit í Føroyum framvegis alt ov avhengig av fossilum brennievnum, tí enn eru útivið 90 prosent av okkara orkunýtslu frá olju, sum vit innflyta fyri nógvar pengar, og kostnaðurin bara veksur.
Vit mugu koma okkum burturúr hesi sárbæru støðuni, og vit hava allar fortreytir fyri at náa á mál. Tí vindi hava vit ov mikið av.
Kristianna Winther Poulsen, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið









