Føroyingar, sum sigla uttanlands, eru ikki ein vøra, sum altíð er á hillunum. Teir eru ikki eitt tilfeingi, sum kann sparast burtur.
Okkara útisiglarar eru føroyingar, sum arbeiða eins og vit onnur – og brúka sínar pengar heima í Føroyum, eins og vit onnur!
Vit skulu eggja føroyingum at arbeiða og ikki revsa teir. Okkara dýrabarasta tilfeingi eru okkara medmenniskju. Tí skulu okkara skipanir eggja føroyingum, sum arbeiða uttanlands, at verða búgvandi í Føroyum við góðum treytum.
Útisiglarar eru hart raktir av eini skeivari skattaskipan – tað er ikki í ordan!
Verði eg vald á Løgting, so vil eg brúka orku uppá at fáa hetta í rætt lag.
At velja Føroyar skal ikki revsast – tað skal eggjast!
X við Sambandsflokkin
X við Sonju Petersen










