Á myndini omanfyri sæst ein stórur tunfiskur, sum endaði inni í einari alinót hjá norska alifelagnum, Sulefisk, í oktober í ár.
Slíkt er ikki óvanligt í Noregi, tí í 2023 hendi tað átta ferðir, at tunfiskur endaðir inni í norskum alinótum, og higartil í ár er tað hent sjey ferðir.
Tað veit norska heimasíðan www.ilaks.no at siga, og tað er Fiskivinnuumsitingin, sum kemur við hesum tølum.
Tað var í síðstu viku, at norska alifelagið, Mowi, hevði ein tunfisk inni í einum av sínum alinótum.
Fyrr í heyst hava eisini aðrir norskir alarar havt vitjan av tunfiskum, og herfyri hevði alifelagið, Sulefisk, ein tunfisk inni í einari nót, sum vigaði heili 348 kilo.
##med2##
- Orsakað av vánaligum veðurlíkindum tók tað fýra dagar at fáa tunfiskin úr nótini aftur, og í hesum tíðarskeiði hevði fiskurin etið seg mettan av laksi í nótini, veit Sulefisk at siga.
Makrelstyrja er heimsins størsti tunfiskur. Fiskurin kann gerast upp í tríggjar metrar langur. Hann kann viga upp móti 500 kilo og kann ferðast 70 kilometrar um tíman.
Sambært www.ilaks.no hevur norska fiskivinnuumsitingin gjørt eina vegleiðing um, hvat alarar kunnu gera, um tunfiskur kemur inn í alinótina.