- Í ár halda vit jól heima hjá okkum, børn, barnabørn og verbørn, so tað verður lívligt kring borðið.
Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.
Hann vísir á, at jólaaftan gjørdu tey tær seinastu fyrireikingarnar til jólini, og seinnapartin enda dagin fóru tey til gudstænastu í Glyvra kirkju.
- Vit fylla fýra stólar, so neyðugt er at møta minst hálvan tíma fyri byrjan, um tað skal eydnast at fáa ein góðan sess, tí henda dagin er kirkjan ov lítil.
Løgtingsmaðurin heldur fyri, at jólini er hátíðin, sum serliga gleðir børnini, men tey tilkomnu og eldru vera eisini lík børnum hesar dagar.
- Jólaboðskapurin um barnið i krubbuni, frelsaran Jesus, hirðarnar á markini, blonku stjørnuna á himlinum og vísmenninar úr eysturlondum er líka livandi og spennandi í dag, sum tá eg var barn.
Kári P. Højgaard sigur, at døgurðin jólaaftan er dunna og rís a la mande, og hinar jóladagarar er fleskasteik og lambasteik.
- Annars er vanligur føroyskur matur og viðskeri á borðinum um hátíðina.
Løgtingsmaðurin sigur, at samanumtikið hevur 2015 verið hendingaríkt og spennandi, og hann minnist aftur á farnu dagarnar við gleði og takksemi til Harran, ið hevur varðveitt og vælsignað okkum so ríkiliga.
- Vit fingu eina abbadóttir aftrat, og eg varð afturvaldur í løgtingið 1. september.
Kári P. Højgaard sigur, at keðiligastu hendingarnar í farna ári eru farnar í gloymibókina.
- Eg havi sett mær somu ætlan fyri komandi ár, sum fyri 20 tey seinastu árini, har tað ikki hevur eydnast. Málið er, at likamsvektin verður 90 kilo, sigur løgtingsmaðurin brosandi.