Tað kiksaði hjá toppliðnum

1. DEILD: B71 misti heimasigurin á stokkinum, tá ið HB í næstsíðsta minutti javnaði til 2-2

Tað gekk ikki, sum støðutalvan legði upp til, at tað fór at gera, tá ið B71 í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

 

B71 er suverent topplið, og tað ber næstan ikki til, at B71 ikki fer at flyta upp. HB dagsskráin er at sleppa undan at flyta niður. Við 2-1 sigri á útivølli ímóti TB lyfti HB seg uppum strikuna, og í dag megnaði HB 2-2 á Sandi.

 

HB javnaði til 2-2 við brotssparki, tá ið tað restaðu tveir minuttir. Tað var Rói Wilhelm Fossabrúgv, sum setti bóltin í málið úr 11 metrum.

 

Toppskjúttin í deildini Luca Ørneborg legði sandoyingar á odda 1-0, tá ið ein lítil hálvur tími var farin, og tveir minuttir eftir steðgin svaraði HB aftur, tá ið Dánial Mørkøre javnaði til 1-1.

 

Bara seks minuttir seinni var tað Eric Oteng, sum við brotssparki aftur legði heimaliðið á odda, og so var tað, at HB javnaði dygst undan dystarenda.

 

Tølini á dystir.fo siga, at B71 vann seks hornaspørk, og at HB vann eitt hornaspark.

 

B71 fer í summarfrí sum topplið við 38 stigum, og HB er á sjeynda plássi við 17 stigum.