- Tað kunnu vit ikki góðtaka

Forsetin í ÍSF góðtekur ikki, at Føroyar ikki kunnu svimja undir egnum flaggi í summar.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Petur Elias Petersen

 

- Vit hava altíð luttikið í hesum evropeisku svimjukappingunum og enntá vunnið heiðursmerki, men nú er vandi fyri at vit missa møguleikan at luttaka undir egnum flaggi, tí vit ikki eru limir í IOC. Tað vilja vit ikki góðtaka.

 

Tað sigur forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Petur Elias Petersen, í kjalarvørrinum av, at evropeiska svimjikappingin er seld til Olympisku Nevndina, sum kann føra við sær, at Føroyar ikki kunnu luttaka undir egnum flaggi. 

  

Trupulleiki síðani 1984

Føroyar hava havt keðiligar royndir við luttøku undir egnum flaggi til altjóða kappingar, og nú er vandi fyri, at luttøka í evropeiskum kappingum sum sjálvstøðug tjóð eisini hvørvur. Ein skal leita aftur til 1984, fyri at finna umsóknina, ið Føroyar upprunaliga sendu IOC - altjóða olympisku nevndini - um limaskap. 

 

Tá ið Føroyar sendi inn umsóknina, kundu tær roknast sum skikkaður umsøkjari, ið leyk ásettu treytirnar fyri limaskapi. Trupulleikin er, at umsóknin varð ongantíð - og er framvegis ikki - viðgjørd, og løgfrøðiligu ásetingarnar fyri limaskapi er síðani broyttar. Í stuttum merkti broytingin í 1996, at eitt ósjálvstøðug land, ikki kann gerast limur í IOC. Sostatt verða føroyskir íðkarar noyddir at luttaka á donskum liðum til olympisku kappingarnar.

  

Sjálvstøðug luttøka til svimjing

Føroyar, og onnur ósjálvstøðug lond teimum á baki, hava tó havt møguleika at vera limir í eitt nú evropeiska svimjisambandinum, sum merkir at føroyingar tá kunnu luttaka í kappingum undir føroyskum flaggi. 

 

- Vit eru fullgildir limir í evropeiska svimjisambandinum, og hava altíð verið før fyri at luttaka í kappingunum. Men nú er hendan kappingin seld til Olympisku Nevndina, soleiðis, at tað er vandi fyri at vit ikki longur kunnu luttaka, sigur forsetin í ÍSF.

 

At IOC hevur yvirtikið partar av evropisku svimjingini kann ítøkiliga merkja, at føroysku svimjararnir, ið skulu á juniormeistarakapping í Baku í summar, ikki longur kunnu luttaka undir føroyskum flaggi.

 

- Vónandi verður tað ein góður fundur, sum løgmaður hevur við Thomas Bach, forsetan í olympisku nevndini, soleiðis, at vit framhaldandi kunnu luttaka undir egnum flaggi, sigur Petur Elias Petersen.