Í fyrsta umfari var TB á útivølli ímóti Víkingi. Ta ferðina endaði tað 1-0 til heimaliðið. Finnur Justinussen skoraði málið í 94. minutti, og tá varð hildið, at munurin var ikki so stórur á liðunum.
Í dag var TB aftur í Sarpugerði. Aftur í dag var úrslitið 1-0 til heimaliðið, og heldur ikki í dag var munurin serliga eyðsýndur millum liðini. Sølvi Vatnhamar var einasti málskjúttin. Nú hevur hann skorað fimm mál í landskappingini. Uppspælið var í vinstru. Ingi Jonhardsson, sum støðugt vinnur størri leiklut á liðnum, átti innleggið, og Arnbjørn Svensson legði út frá til Sølva Vatnhamar, sum av brotsteigarmarkinum setti bóltin dygst inn við nærra stólpanum.
Víkingur er nú á triðja plássi við 22 stigum - eitt stig frammanfyri NSÍ og tvey stig aftanfyri HB.
-Vit eru ikki nøgdir við avrikið, tí talan var um ov lítið at flótandi spæli og um ov nógvar nærdystir. Teir pressaðu okkum frammarlaga, og vit sparkaðu ov nógv, heldur enn at spæla okkum úr pressinum, sigur Arnbjørn Svensson hjá Víkingi í samrøðu við Árna Gregersen í FM1.
Dánjal Godtfred hjá TB iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku. Orsøkina heldur hann vera eyðsýnda. Hon er, at tað er ov lítið tyngd í álopspartinum hjá TB, sum í dag hevði Samudeen Musah og Einar Petersen í fremstu røð.
-Víkingur stýrdi fyrra hálvleiki, uttan at tað eydnaðist teimum at vinna seg til stórar málmøguleikar. Eftir steðgin pressaðu vit frammarlaga á vøllinum, og tað riggaði væl, men okkum restar styrki frammarlaga á vøllinum. Støðutalvan sigur, at vit ikki skjóta mál, og tað er størsti trupulleikin, staðfestir TB miðvallarin Dánjal Godtfred.
TB hevur tvey stig. 2. hvítusunnudag verður ÍF gestur við Stórá í Trongisvági.