Í kvøld hevur føroyingauppgerð verið í næstbestu donsku deildini.
Oddaliðið Silkeborg, við Christian Lamhauge Holst frá byrjan og Ari Mohr Jónsson á bonkinum, leiktu ímóti Vejle Boldklub við Viljormur Davidsen á liðnum.
Silkeborg hevði við einum sigri í kvøld flutt upp í bestu donsku deildina aftur. Men tann veitslan er útsett, tí dysturin í kvøld endaði við 2-2 javnleiki.
Silkeborg byrjaði annars dystin betri og sá leingi út til at hava kós móti uppflyting í kvøld. Silkeborg var á odda 2-0 í hálvleikinum. Emil Scheel legði Silkeborg á odda í 4 minutti, meðan føroyski landsliðsleikarin Christian Lamhauge Holst økti um munin í 15 minutti.
Tað eydnaðist tó ikki Silkeborg at halda stand, tí í seinna hálvleiki eydnaðist tað Vejle at koma aftur í dystin. Nicolaj Agger og Andreas Albers skoraðu málini fyri Vejle.
Allir teir føroysku leikararnir vóru á vøllinum í kvøld, men tað var einans Christian Lamhauge Holst, ið byrjaði á vøllinum. Christian Lamhauge Holst spældi teir fyrstu 78 minuttirnar á liðnum hjá Silkeborg. Viljormur Davidsen spældi teir seinastu 20 minuttirnar fyri Vejle, meðan Ari Mohr Jónsson spældi teir síðstu 12 minuttirnar fyri Silkeborg.
Nú eru einans tvey umfør eftir í næstbestu donsku deildini. Silkeborg er á einum deildum fyrsta plássi saman við Hobro. Tey bæði liðini hava 59 stig og mangla bæði liðini tí einans tvey stig fyri at tryggja sær uppflyting.
Vejle Boldklub við Viljormur Davidsen á liðnum er nummar sjey í næstbestu donsku deildini.