Tað restar í bæði álopi og verju

Eftir at Føroyar eina løtu vóru frammanfyri við seks málum, svaraði Italia aftur og fór avstað við sigrinum, tá ið onkrir av føroysku stuðulsspælarunum sótu uttanfyri

Tað endaði ikki soleiðis, sum tað leingi sá út til, at tað fór at gera, tá ið Føroyar í kvøld í høllini Við Tjarnir høvdu vitjan av Italia. Hetta var fyrri vinadysturin av tveimum. Tann seinni verður sunnukvøldið í høllini Við Tjarnir. Bæði Føroyar og Italia fara í næstu viku at luttaka í EM endaspælinum.

 

Hálvleiksstøðan var 19-17 til Føroyar, sum vóru frammanfyri allan fyrra hálvleik. Onkra løtuna var leiðlsan fýra mál, og í síðstu sekundunum minkaði hon til tvey mál.

 

Fyrstu løtuna eftir steðgin gekk tað heilt væl hjá føroyingum, sum sóu út til at fara at vinna trivaligan sigur. Leiðslan var einaferð seks mál, men so vendi. Italia spældi støðugt við fýra bakspælarunum og einum á hvørjum veinginum, og føroyska verjan hevði øgiliga ilt við at stegða, tá ið bakspælararnir lupu beint á føroysku verjuna, og ein av bakspælarunum sníkti seg inn á strikuna.

 

Italski málverjin spældi seg av álvara upp í seinna hálvleiki, og tað hevði stóran týdning.

 

Nú Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er tøkur, vóru tað Pauli Mittún og Vilhelm Poulsen, sum saman við Óla Mittún vóru bakspælarar á føroyska liðnum. Í fyrra hálvleiki fekk Rói Ellefsen á Skipagøtu møguleikan, og hann takkaði fyri við at skora fimm mál.

 

Italia verður aftur sunnudagin mótstøðuliðið, og í morgin verður tað uppgávan hjá Peter Bredstorff-Larsen og hansara monnum at finna fram til, hvat tað er neyðugt at broyta fyri at vinna ímóti Italia, og hvussu liðið í tí dystinum skal styrkja um fyritreytirnar at standa seg væl í EM endaspælinum.

 

Italia hevði mest sum alla tíðina somu spælararnar á vøllinum. Hjá føroyska liðnum kendist tað at kosta, at fleiri skiftingar vóru gjørdar í seinna hálvleiki. Tað gekk striltið í álopinum í seinna hálvleiki, og tá var verjan heldur ikki so stinn, og tað gekk aftur útyvir avrikið hjá málverjunum.

 

 

 

Føroyar – Italia 34-36 (19-17)