Tað skal bara ein ørvitisfiskur til at oyðileggja alt

Fólk, sum ætla sær í kirkju á ólavsøkugudstænastu, sleppa ikki at hava tasku við sær inn í kirkjuna


Tey, sum fara á ólavsøkugudstænastu í Dómirkjuni í ár, sleppa ikki at hava tasku við sær inn í kirkjuna.

Tað hevur kirkjuráðið fyri dómkirkjuna gjørt av.

 

Ása Justinussen, forkvinna í kirkjuráðnum, sigur, at hetta er ikki beinleiðis gjørt tí tey stúra fyri, at nakar skal gera ónáðir í kirkjuni.

- Tað er aldrin hent nakað og eg vænti avgjørt heldur ikki, at nakað fer at henda á ólavsøku, sigur hon.

 

Men hetta er gjørt fyri at bøta um heilan fingur, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd er í Føroyum í summar og samstundis hava tveir týskir felagsskapir boðað frá, at teir koma til Føroya at mótmæla grindadrápi á ólavsøku.

 

- Felagsskapir hava boðað frá, at tey ætla at gera rættiliga vart við seg á ólavsøku. Vit hava ábyrgdina av kirkjuni og tískil hava vit tikið hetta stigið fyri at bøta um heilan fingur, sigur hon.

 

- Vit vænta avgjørt ikki, at nakar fer at gera seg inn á eina gudstænastu. Men tað skal bara ein ørvitisfiskur til at oyðileggja alt.

 

Hon sigur, at á ólavsøkugudstænastuni er alt vald í Føroyum savnað í kirkjuni, bæði politiskt, umsitingarligt og tað kirkjuliga valdið. Samstundis sendir Kringvarpið beinleiðis. So í grundini fæst neyvan betri pallur at gera vart við seg, enn júst undir eini ólavsøkugudstænastu.

 

Hon heldur, tað hevði verið keðiligt, skuldi onkur funnið upp á at rulla ein bannara ímóti grindadrápi niður av balkongini undir gudstænastuni, ella okkur sorvorðið.

 

Hon sigur, at í hesum føri hugsa tey ikki um eina lítla fittliga konufólkatasku, men heldur um fólk við ryggsekki, ella øðrum størri taskum.

 

Í sambandi við ólavsøkugudstænastuna bjóða vit teimum so ta tænastu, at vit kunnu goyma taskuna fyri tey undir gudstænastuni og so fáa tey hana aftur á veg út aftur.

 

- Tað er eisini tað, at kirkjan er stúgvandi fult og fólk við stórum ryggsekki kunnu elva til eina óneyðug skotran og trokan, sigur Ása Justinussen.