Tað var ein gul ólavsøka í 2002

- Eg minnist serliga ólavsøkuna, tá eg møtti konu míni – og so gulu ólavsøkuna í 2002, tá Tjaldrið vann, Eysturoyingur gjørdist føroyameistari, og NSÍ vann steypakappingina

Fert tú á ólavsøku í ár? 

- Ja, vit eru altíð á ólavsøku, um vit eru heima, sigur Janus Knudsen.

Hvussu heldur tú ólavsøku?    

- Tað er sum hjá føroyingum flestum, og silvurið má pussast, so eg kann fara í føroysku klæðini. 

Janus sigur, at familjan fer til kappróður, tivoli við børnunum, skrúðgongu og kórsang.

- Vit fara eisini til midnáttarsangin og ymiskt annað, sum er á skránni á ólavsøku.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   

- Tað er samanhaldið millum føroyingar. At hitta vinir og kenningar, hugnin annars og ein góður biti frá systkinabarninum. 

Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    

- Ja, ólavsøkan í 1998, tá eg møtti konu míni – og so gulu ólavsøkuna í 2002, tá Tjaldrið vann, Eysturoyingur gjørdist føroyameistari, og NSÍ vann steypakappingina. 

Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

- Nei, hon skal verða akkurát, sum hon plagar, heldur Janus Knudsen fyri.