Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum í Norðragøtu.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta eftir øllum at døma var eitt víkiskylduóhapp.
Óhappið hendi, tá ein bilur, sum kom úr Norðragøtu og skuldi út á landsvegin, koyrdi út fyri ein annan bil.
Løgreglan sigur, at tað vóru bara førararnir í hesu báðum bilunum, og báðir endaðu á Landssjúkrahúsinum til kanningar.
- Báðir bilarnir fingu umfatandi skrokkskaðar. Landsvegurin var stongdur í ein góðan tíma, meðan vegurin varð ruddaður.
Vaktleiðarin veit ikki rættiliga at siga, hvussu førararnir komu burturúr ferðsluóhappinum.
- Men, soleiðis sum vit hava skilt, var ikki talan um, at nakar av pørtunum fekk álvarslig mein, verður lagt aftrat.