Tað verður bíligari at keypa bensin og diesel

Men tað verður einki gjørt við oljuna, sum ikki verður bíligari á hesum sinni

Tað er greitt, nú lógaruppskot frá Aksel V. Johannesen, fíggjarmálaráðharri, er á veg í Løgtingið.

– Tað liggja nógv mál í Fíggjarmálaráðnum, sum sambært samgonguskjalinum skulu loysast. Men eitt tað fyrsta, sum eg fari at gera, nú oljuprísirnir eru so høgir, er at lækka oljuavgjaldið eitt sindur í eitt tíðarskeið, so olja og bensin verður bíligari hjá fólki at keypa.

Soleiðis segði Aksel V. Johannesen við in.fo í Tinganesi mánadagin í síðstu viku, tá hann júst varð tilnevndur fíggjarmálaráðharri.

Tá varð tosað um bæði bensin og diesel - og húsarhaldsolju. 

Við útvarpið í kvøld segði Aksel V. Johannesen, at tey hava valt at halda seg til bensin og diesel, tí at tað er so tvørligt við húsarhaldsolju.

– Tað hevur verið viðgjørt, men mælt verður frá at taka húsarhaldsoljuna við, tí tað er meira kompliserað. Fólk hava fast mánaðarligt gjald, sum verður regulerað eina ferð um árið. Vit tosa um tríggjar mánaðir, og tí fáa øll ikki gagn av tí, um tað verður gjørt tað sama við húsarhaldsoljuna. Tí hava vit hildið okkum til bensin og diesel, segði Aksel V. Johannesen við Kringvarpið.

Lógaruppskotið er latið Løgtinginum í dag, sum merkir, at tað kann leggjast fram á tingfundinum fríggjadagin, tá einans framløga er á skránni.

– Vónandi fer Løgtingið at avgreiða málið skjóttt, so tað verður bíligari at fylla tangan á bilinum, sigur Aksel V. Johannesen.

Bensin og diesel lækkar við hesum 20 prosent, tí at mvg, sum er 25 prosent, verður tikið av.

Tað verður tí áleið 100 krónur at fylla sær tangan.

Lógin er tíðaravmarkað til at fara úr gildið 31. juli í ár.