Tað verður lættari við fóðurflaka á Sandsvág

Tað hevði verið ynskiligt hjá Mowi at havt eitt aliøki aftrat, soleiðis at arbeitt kundi verið við slakti og pakking alt árið. 

 

 

 

Í ár fer Mowi Føroyar at seta 900.000 laksasmolt út í átta ringar á Sandsvág, og útsetingin er byrjað. Við seinastu útseting gav Sandsvág 2000 tons av laksi, og samanhangur var í rakstrinum, men alingin gav einki avlop. Útsetingin hesaferð skuldi - um alt gongur væl - givið 4000 tons av laksi. 

 

Stjórin í Mowi Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, sigur, at fóðurflakin, sum kemur at liggja á Sandsvág, kemur um stutta tíð, og hesin fer at taka 700 tons av fóðuri.

 

- Vit hava fingið fortoyningarnar góðkendar, og útbúnaðurin er sertifiseraður eftir norskum standardum.

Stjórin Hans Jákup sigur, at hann er ógvuliga spentur upp á alingina á Sandsvág og útsetingina hesaferð.

 

- Vit skulu ígjøgnum ein vetur við fiskinum, men nú alingin fer fram innari á vánni, og aliringarnir eru bæði stórir og sterkir, eru vónirnar góðar.

Hann væntar eisini, at tað fer at merkjast, at fóðringin nú verður úr einum fóðurflaka, har fóðringin verður stýrd á teldu.

- Tað kundi taka langa tíð at fóðra við báti og kanón, og haraftrat eru dagar, har tað ikki er farandi út við báti. Nú verður alt stýrt á teldu, eins og í alingini hjá okkum norðuri í Sundalagnum og á Oyndarfirði.   

 

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at tað hevði verið ynskiligt hjá Mowi at havt eitt aliøki aftrat, soleiðis at arbeitt kundi verið við slakti og pakking alt árið. 

Síðan felagið keypti virkið á Strondum, hevur allur laksurin hjá Mowi verið pakkaður á virkinum. 

- Hetta hevur verið ein fyrimunur, tí tá vit hava okkara egna virkið, avgera vit eisini sjálvi, nær vit taka fisk og pakka, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri.

Tilsamans í fyritøkuni starvast 80 fólk.