Tað verður stríðsval í Tjóðveldi um nýggja forkvinnu

Tvey valevni eru at velja í, tá Tjóðveldi leygardagin skal kjósa sær nýggja forkvinnu

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg eru í uppskoti til nýggja forkvinnu í Tjóðveldi. Avgerðin verður tinkin á eyka flokstingið leygardagin

Tvey uppskot eru til nýggja forkvinnu í Tjóðveldi, sum á eykaflokstingi leygardagin fer at velja sær nýtt forfólk, eftir at Høgni Hoydal fríggjadagin legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi eftir at hava røkt starvið í samfull 24 ár.

Og ja talan verður um nýggja forkvinnu, og tað verður á fyrsta sinni ein kvinna, sum skal stjórna Tjóðveldi, tí tvær kvinnur og eingin maður eru í uppskoti, Bjørt Sameulsen og Sirið Stenberg.

Bjørt Samuelsen hevur drúgvastu royndirnar millum tingfólkini hjá Tjóðveldi. Hon var vald á ting á fyrsta sinni 2008 og kom í eisini í landsstýrið, sum varð skipað eftir valið 19. januar í 2008. Sonevnda CHE samgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, slitnaði tó aftur í september sama ár. Eftir seinasta løgtingsval varð hon vald til løgtingsforkvinnu.

Bjørt hevur hevur havt sæti á tingi øll árini síðani.

Sirið Stenberg varð fyrstu ferð vald á ting í 2011, og er vald aftur í 2015, 2019 og í 2022. Hon hevur verið landsstýriskvinna í tveimum umførum, frá 2015 til 2019 og aftur frá 2022 til nú.

Eykaflokstingið hjá Tjóðveldi at velja nýggja forkvinnu verður komandi leygardag 2. november.

 

Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg eru í uppskoti til nýggja forkvinnu í Tjóðveldi. Avgerðin verður tinkin á eyka flokstingið leygardagin