Tá tíggju minuttir vóru eftir at finaluni millum Neistan og Kyndil, var støðan 14-11 til Neistan. Tey flestu hildu, at dysturin var avgjørdur, men í staðin var tað um reppið, at Kyndil fór avstað við sigrinum í evstu løtu.
Áðrenn tað høvdu teir mongu áskoðararnir sæð ein dyst við ? við vanda fyri at ljóða kynsdiskriminerandi ?óvanliga nógvum naskum nærdystum av einum kvinnudysti at vera, og onkuntíð var nær við, at spælarar fóru til hendurs. Hetta vísir, hvussu stór kappingin er millum tey bæði havnarfeløgini, men tað oyðilegði eisini dystin fyri ein part. Tilsamans vóru ikki færri enn 16 útvísingar í dystinum, har av í minsta lagi helvtin var givin fyri lógarbrot, sum fóru fram, har eingin bóltur var uppií. Bæði liðini, og serliga Kyndil, østu seg inn á dómararnar ? teirra avrik tyktist eisini til tíðir at vera eitt sindur ivasamt, og teir høvdu ikki tamarhald á alla tíðina ? og fleiri ferðir var nær við at koma rættiligt klandur í. Stjørnuspælarin hjá Kyndli, Lotte Sørensen, brúkti næstan meiri tíð til at keklast við dómararnar enn at spæla hondbólt, og tað ávirkaði eisini avrikið hjá restini av liðnum, tí spælið hjá teimum er so nógv bygt rundan um hana.
Hetta dugdu tær meira royndu neistakvinnurnar eisini at gera sær dælt av, og seinnu helvt av fyrra hálvleiki brúktu tær til at leggja sjógv ímillum seg og mótstøðuliðið.
Seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki fór Neistin frá 5-5 upp á 9-6, og tey flestu roknaðu við, at sigursvandu neistakvinnurnar nú fóru at koyra dystin heim.
Okkurt hendi
Byrjanin av seinna hálvleiki bar heldur ikki brá av nøkrum øðrum. Neistin fór upp á 11-6 og seinni upp á 14-11, áðrenn Kyndil svaraði aftur. Tá hendi okkurt við Kyndlaliðnum. Knappliga góvust tær við at ilskast inn á dómaran og fóru í staðin at brúka kreftirnar til eina seinastu royndu at taka Neistan aftur. Og tað mundi eydnast.
Seigt, men støðugt át Kyndil seg inn á Neistan, og tá klokkan vísti 28 minuttir, var støðan 15-14 til Neistan. Jórun Ludvig, sum annars hevði gjørt mest um seg í dystinum við at fáa eitt gult kort og tvær útvísingar, javnaði til 15-15, og minuttin aftan á legði hon Kyndil á odda fyri fyrstu ferð síðani tíðliga í fyrra hálvleiki, og bert ein minuttur eftir at spæla. Nú fekk Neistin knappliga skund, og tað eydnaðist Rúnu Wardum at javna aftur til 16-16.
Sostatt noyddust liðini at spæla tvær ferðir fimm minuttir afturat, og tað orkaði kyndlaliðið ikki. Tær høvdu brúkt allar sínar kreftir til at taka neistaleiðsluna inn aftur, og Neistin brúkti bert fýra minuttir til at avgera dystin. 16-16 bleiv til 19-16, og so var liðugt.
Eingin trúði uppá, at Kyndil fór at koma afturíaftur eina ferð afturat, og tað komu tær heldur ikki.
Tá dysturin var liðugur, hevði Neistin vunnið 21-18, og at neistakvinnurnar vóru fegnar um at vinna dystin, sást á øllum. Í fjør var stórur munur á liðunum í finaluni, men í ár var nógv javnari. Og tá tú veruliga skalt stríðast fyri sigrinum, er hann so nógv søtari, tá hann er komin í hús.
Neistin var betra liðið og hevði uppiborið at vinna. Tær spældu betur enn Kyndil, men tað var serliga síðstu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki, at tær vístu teirra format við at spæla, hóast tær ikki altíð vóru samdar við dómararnar. Tað dugdi Kyndil ikki, og tað kostaði teimum í síðsta enda eisini sigurin.