Tættari samstarv á krabbameinsøkinum

Norðurlendsku krabbameinsfeløgini ynskja tættari samstarv við Norðurlandaráðið

Jákup N. Olsen, sum í løtuni er formaður í Nordisk Cancer Union, sum er felagið hjá teim norðurlendsku krabbameinsfeløgunum, var í síðstu viku á fundi við "Velfærdsudvalget" undir Norðurlandaráðnum um tættari samstarv á krabbameinsøkinum. 

 


Hetta í samandi við, at Norðurlandaráðið á "Nordisk Råds Session 2013" í Oslo í heyst skal viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Høgna Hoydal og Helga Abrahamsen um tættari samstarv millum Norðurlandaráðið, Norðurlendska Ráharraráðið og Nordisk Cancer Union. 

 

Á fundinum greiddi Jákup N. Olsen frá, hvussu hann metir, at samstarvið millum Nordisk Cancer Union, Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráharraráðið kann styrkjast í framtíðini.

 

Brynhild Høgnadóttir, ið var við Jákup N. Olsen á fundinum, greiddi frá um "Solkampagne projektet", ið er ein verkætlan, ið er stuðlað av NCU. Brynhild Høgnadóttir umboðar Krabbameinsfelagið í hesi verkætlan. 

 

- "Velfærdsudvalget" vísti einum framtíðar samstarvi við Nordisk Cancer Union stóran áhuga, og tey fóru at geva uppskotinum til samtyktar um tættari samstarv við NCU góða viðgerð í "Nordisk Råds Session 2013", boðar Krabbameinsfelagið frá.