”Tak for boykottet”

Soleiðis minnist meg eitt brot, sum Kaj Leo Holm Johannesen, táverðandi løgmaður,  skemtiliga segði við táverðandi danska forsætisráðharran, eftir at danir boykottaðu Føroyar.

 

Men úrslitið av boytkottinum sæst nú í samband við Radaramálið.

 

Danmark setti tiltøk í verk móti Føroyum, og noyddi Føroyar og føroyskar fyritøkur at finna aðrar handilsfelagar enn ES og Danmark, m.a. Rusland.

 

Tá hugsaði Danmark ikki um  hvørt Føroyar og føroyskar fyritøkur komu illa fyri fíggjarliga av danska boykottinum. Tá var onki um ”gensidig respekt”, sum danskir politikarar annars altíð tosa um. Tá snúi tað seg bara um donsk áhugamál.

 

Úrslitið í dag er, at Rusland er millum stórstu samhandilspartar hjá Føroyum. ”Man ligger som man har redt”, sigur danskt orðatak, og tað mugu danir í dag ásanna.

 

Tí er bara eitt at gera í Radaramálinum, og tað er, at Føroyar taka um endan, og sjálvi gera av hvat skal henda við radaranum.

 

Bara Føroyar røkja føroysk áhugamál.

 

Beinta Løwe,

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi