Taka húsið niður um ein mánað

Í næstu viku fer Havnar Arbeiðsmannafelag at skriva undir byggisáttmála fyri einar 35 milliónir

Nú er klárt hjá Havnar Arbeiðsmannafelag at byggja nýtt høvuðssæti

Húsið hjá felagnum við Tinghúsvegin er gamalt og í vánaligum standi og tískil hevur felagið gjørt av at byggja nýtt.

 

Nýggja húsið, sum sæst á myndini, fer at kosta áleið 35 milliónir krónur.

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at í næstu viku verður sáttmáli undirskrivaður við Búsetur, sum hevði lægsta tilboðið.

 

Síðani skal gerast klárt at byggja og um ein mánað verður farið undir at taka húsið við Tinghúsvegin niður fyri at byggja nýtt upp aftur.

 

Nýggja húsið verður fimm hæddir á tilsamans góðar 1700 ferðmetrar.

 

Men Havnar Arbeiðsmannafelag skal bara brúka ein minni part til felagið.

 

- Arbeiðsmannafelagið skal brúka eina hædd og so verða hinar fýra hæddirnar leigaðar út, sigur Hans Joensen.

 

Tilsamans skulu góðir 1200 fermetrar leigast út. Hans Joensen sigur, at tey hava leigara, men leggur ikki í at siga, hvør tað er.

 

Eftir ætlan tekur tað eini tvey ár at byggja nýggja húsið.

 

Ímeðan bygt verður, kann væntast, at tað verður neyðugt at umskipa ferðsluna á Tinghúsvegnum, ella at steingja vegin heilt, í ávís tíðarskeið.