Hetta má standa fyri hans- ara egnu rokning.
Hetta er vanliga reaktiónin frá øðrum valevnum hjá Tjóðveldisflokkinum, tá ið vit spyrja tey, hvørja støðu tey hava til nýggjasta útspælið frá partamanninum, Finnboga Ísaksyni.
Við Ritzau tíðindastovuni segði Finnbogi Ísakson mánadagin, at gagnaði tað Føroyum og Tjóðveldisflokkinum, fór hann at blanda seg uppí danskan politikk, við m.a. at atkvøða saman við stjørnini.
Hetta er komið púra óvart á Tjóðveldisfólk, tí flokkurin hevur altíð sett stóra æru í ikki at blanda seg uppí danskan politikk.
Í greinini omanfyri haav vit m.a. spurt Óla Holm formann í evsta valdi floksins, um, og Heina O. Heinesen formann floksins á tingi, hvat teir halda.
Men vit hava eisini spurt onnur valevni
Hart ímóti
Jóannes Eliassen í Lorvík sigur, at hetta má standa fyri Finnboga´sa egnu rokning. Flokkurin hevur altíð verið ímóti at blanda seg uppí danskan politikk, og tað er hann framvegis, tí málið er ikki viðgjørt aftur í flokkinum.
Men nú Finnbogi Ísakson er snaraður 180 stig, heldur hann, at flokkurin má taka málið upp.
Sjálvur er hann heilt avgjørt ímóti Finnboga í hesum, og hann tekur ikki undir nøkrum umstøðum undir við at føroyingar blanda sg uppí danskan politikk
Øll vita tað
Eitt annað valevni, Torbj.rn Jacobsen á Glyvrum sigur, at øll vita, hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin hevur til danskan politikk. og tað er, at vit skulu halda okkum langt uttanfyri allan, danskan politikk.
Tann støðan er ikki broytt og hon hevur ikki verið fyri nakrastaðni í flokkinum.
Men eg dugi heldur ikki at síggja, at floksins støða er broytt fyri tí um ein tjóð- veldismaður burturúr rúgvini broytir áskoðan.
Vit hava ikki viljað blanda okkum uppí danskan innanríkispolitikk, tí vit hava ikki viljað havt, at danir blandaðu seg uppí okkara viðurskifti.
At teir hava gjørt tað kortini er ein onnur søga. Men tað ger ikki okkum betri, um vit afturfyri fara at blanda okkum uppí donsk mál.
Tað eiga vit at halda okkum langt frá, tí vit vita, hvussu illa tað hevur gjørt danska danska fólkinum, tá ið okkara umboð á fólkatingi hava gjørt tað.
Torbjørn Jacobsen hugsar m.a. um tiltikna sparitiltakið hjá Schluter.
Hann leggur afturat,at hann er grundleggjandi ósamdur við Finnboga Ísakson.
Tað er eitt brot við almenna politikk floksins.
Men vit eru ein frælsur flokkur og vit kunnu ikki áleggja nøkrum, hvat tey skulu siga og hugsa.
Eitt annað valevnið, Jógvan Durhuus, sigur, at hann hevur somu støðu til hetta, sum hann altíð hevur havt og tað er, at vit skulu ikki blanda okkum uppí danskan innanríkispolitikk.
Jógvan Durhuus sigur, at hann tí er ósamdur við Finnboga Ísakson, og hann heldur, at hasi oríni mugu standa fyri hansara egnu rokning.
Okkara uppgáva er at kunna danir, sigur hann.