Taka karantenuøkið í nýtslu

Karantenuøkið hjá Klaksvíkar kommunu er liðugt og verður tikið í brúk í næstu viku Klaksvíkar kommuna hevur fyrr í ár álagt borgarum og vinnufyritøkum at beina burtur órudd, bilvrak og annað órudd.

Kommunan kann nú av álvara fara undir hetta arbeiðið, tí lógin áleggur, at um eigarin ikki ger sína skyldu, so kann kommunan beina hetta burtur fyri eigarans rokning.

Tó skal kommunan hava eitt skipað karantenuøki at flyta á, og um eigarin ikki hevur verið eftir sínum luti innan 14 dagar verður hetta beint burtur og rokningin send eigaranum.

Nú er karantenuøkið liðugt og verður tikið í brúk í næstu viku, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.