– Eg haldi, at vit rætt og slætt hava skyldu til at kanna møguleikarnar.
Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tí fer hann nú at taka stig til at gera tær fyrstu kanningarnar í sambandi við ein undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy.
Hann sigur, at tær fyrstu fyrireikingarnar kosta ikki tað stóra av pengum og í tí sambandi fer hann nú at fáa Landsverk at gera tær fyrstu kanningarnar av, hvar ein linjuføring kann vera, og hvussu botnurin er at bora í.
Og tú NCC er í Føroyum og bora Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, ætlar hann eisini at fáa fólk frá teimum at meta um støðuna eisini, tí tey hava ómetaliga drúgvar royndir í at bora tunlar.
Hann sigur, at úrslitið av hesum fer at geva politiska myndugleikanum eitt grundarlag at arbeiða víðari á.
Henrik Old sigur, at tað, hann miðar eftir, er at hava okkurt tilfar at leggja fram fyri politiska myndugleikan, tá ið Sandoyartunnilin er liðugur.
– Tá ið Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum, eiga vit at hava eina hylling á, hvussu vit kunnu halda fram heilt til Suðuroyar, sigur hann.
Hann sigur, at hann sær ikki aðrar møguleikar fyri sær, tí tá ið Sandoyartunnilin er boraður ígjøgnum, er Smyril næstan 20 ár, er fer at eldast av álvara, og hann heldur, at tað vildi verið heilt burturvið at bygt ein nýggjan Smyril, tí hann kostar upp ímóti einari milliard.
– Tá er heilt avgjørt neyðugt, at vit eru komin hartil, at tað næsta sambandið ímillum Suðuroy og meginlandið, verður ein undirsjóvartunnil.
Hann sigur, at tað eru ymsar meiningar um, hvussu ein undirsjóvartunnil skal leggjast. Onkur heldur, at hann skal koma upp í Skúvoy fyri trygdina, tí tilsamans verður hann einar 22 kilometrar, ella líka langur sum Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tilsamans.
Men tað er ein tekniskur spurningur, sum støða verður tikin til seinni.
Henrik Old sigur, at tað, hann miðar eftir, er, at ein Suðuroyartunnilin kann bjóðast út, nú NCC er her kortini og borar undirsjóvartunlar, tí tað kostar milliónir at flyta útgerð ímillum. Og so fær NCC eisini høvi at bjóða ímeðan tey eru her.
– Vit eiga at gera fyrireikingarnar nú men hvussu fíggjarligu umstøðurnar annars verður tá, vita vit einki um beint nú.
– Men tað er eitt sindur løgið, tí tá ið tíðirnar eru góðar, ber ikki til at gera nakað fyri ikki at seta enn meiri ferð á búskapin, og tá ið tíðirnar eru ringar, hevur ongin ráð til at gera nakað, heldur hann fyri.