Takið heldur lítlafingur enn fartelefonina!

Tey heilt ungu eru púra bundin av fartelefonini, og tey duga ikki at sleppa henni. Eisini meginparturin av teimum 18-29 ára gomlu megna ikki at fara út við ongari telefon. Fartelefonin fær alsamt størri vald á ungdóminum, sum nú er vorðin bundin av at hava støðugt samband við onnur.

 

Fyri meginpartin av ungum undir 29 ár, verður fartelefonin tikin framum, um hon ringir, hóast tey longu sita og práta við vinir ella familju. Tað kundi jú verið, at tann sum var í hinum endanum hevði okkurt meiri spennandi ella týdningarmikið at siga, enn viðkomandi, sum tey longu tosa við.

 

Fartelefonin er at rokna sum ein eyka kropslutur, sum tey ikki fáa verið fyriuttan. Tað vísir ein sprildurnýggj kanning, sum MetroExpress hevur latið gjørt.

 

Hetta hevur við sær, at tey ungu eru fráverandi í sínum sambandi við onnur, tey hava ilt við at savna seg um samrøður ella uppgávur, og tey gerast alsamt meiri strongd av at vera tøk allatíðina.

 

Men tey vildu hóast hetta heldur mist lítlafingur enn fartelefonina, vísir kanningin.