– Talan er als ikki um eina herflotastøð - men ein maritiman depil

– Tað er upplagt at hava ein slíkan depil her, tí Føroyar liggja so væl fyri í tí, sum amerikanararnir kalla "portrið til Arktis", sigur Jenis av Rana

Sambært Jenisi av Rana, uttanríkismálaráðharra, er eitt av fleiri áhugamálum hjá USA at gera ein maritiman depil í Føroyum, sum tann amerikanska flotin kann brúka. 

Kjak hevur síðani verið um, hvørjar ætlanir eru við hesum maritima deplinum, og andstøðulimir stúra fyri ætlanum fyri, at hetta skal brúkast sum ein amerikansk herflotastøð.

Men maritimi depilin skal als ikki forvekslast við eina herflotastøð, ger Jenis av Rana greitt fyri Sosialinum í dag.

– Tað verður ikki talingur um eina herflotastøð. So høvdu vit lukkað fyri og sagt nei beinanvegin, sigur hann. 

Samstundis avvísir landsstýrismaðurin ikki, at vit kunnu vænta, at amerikansk hernaðarskip fara at leggja at við bryggju í Føroyum í framtíðini.

– Mann má síggja í eyguni, at tað fer at koma fyri, at hernaðarskip koma til Føroya í framtíðini, sigur hann og tekur dømi um, at amerikanska krígsskipið USS Donald Cook vitjaði í Føroyum í oktober í fjør.

Spurningurin er so, hví amerikanarar eru so áhugaðir í at fáa atgongd til føroyskar havnir.

– Amerikanarar hava brúk fyri at hava ein depil, har amerikanski flotin kann hava eitt natúrligt stað at leggja at um okkara leiðir, serliga í framtíðini, tá Arktis verður nýggj siglingarleið. Tað kann vera til umvælingar, proviant, farm og fyri at taka nýggja manning umborð. Tað er upplagt at hava ein slíkan depil her, tí Føroyar liggja so væl fyri í tí, sum amerikanararnir kalla "portrið til Arktis", sigur Jenis av Rana.

Hann leggur dent á, at maritimi depilin kann brúkast av skipum úr øllum heiminum og ikki bara amerikanskum skipum.