Tað var ikki í lagi, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan brúkti 29 dagar um at svara umbønini og ikki beinanvegin kom við eini grundgeving fyri, hví umbønin ikki varð svarað beinanvegin.
Áðrenn 10 dagar eru farnir skal umsøkjarin hava svar, um ikki annað fyri at fáa at vita, nær avgerðin verður tikin.
Tá ið umsøkjarin umsíðir fekk svar, var umberingin frá stjóranum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til seina svarið, at hann ikki hevði havt stundir at avgreiða málið.
Tann umberingin kundi ikki brúkast, sigur Løgtingsins Umboðsmaður, tí her var ikki talan um nakað fløkjasligt mál.
- Kunningin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni gevur eftir mínum tykki eina fatan av, at stovnurin ikki raðfestir viðgerð av innlitsáheitanum serliga høgt, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Hon sigur eisini, at stór arbeiðsbyrða hjá stjóranum ikki er nøkur umbering fyri ikki at halda ásetingarnar í innlitslógini.
Lagt verður aftrat, at tað er ein serlig skylda at svara skjótt, tá ið tað eru fjølmiðlar sum biðja um innlit, tí fjølmiðlar viðgera aktuell mál, sum hava almennan áhuga.