Talið á rapsbilum tvífaldað

Rættuligir rapsdagar vóru í Havn í síðstu viku. Týski verkfrøðingurin, Alexander Noack frá Elsbett Technologie GMBH, hevur á fundi greitt frá um rapsbilar og bygt ein annan bil hjá Erlingi Simonsen um til rapsbil

Hósdagin 12. februar var kunnandi fundur á gistingarhúsinum Bládýpi í Havn um rapsolju sum alternativt brennievni til bilar og onnur akfør.

Umleið 30 fólk møttu til fundin, har Erling Simonsen greiddi frá sínum royndum við rapsolju, nú eitt ár er liðið síðan hansara VW Lupo bleiv bygdur um til rapsbil.

Síðan greiddi týski verkfrøðingurin, Alexander Noack, ið starvast hjá fyritøkuni Elsbett Technologie GmbH, frá um bilar, ið koyra við raps- ella matolju og um hvørjir bilar kunnu byggjast um, og hvussu hetta veður
gjørt.

Fyritøkan Elsbett Technologie GmbH bleiv stovnað í 1965, og hava teir patent upp á meira enn 400 ymiskar tekniskar loysnir sum t.d. innspræningarskipanir til diesel- og bensin bilar og nógvar aðrar umhvørvisvinarligar loysnir. Eisini sett til at umbyggja dieselbilar til rapsbilar.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, var ið á fundinum, og hann segði m.a. at nýggja landsstýrið kemur at gera nógv við orku- og umhvørvismál.

Hann nevndi eisini møguleikan fyri at vit t.d. kundu havt lægri toll og avgjøld á umhvørvisvinarligum bilum, sum gjørt verður í fleiri av grannalondum okkara. Eisini kundu royndir verið gjørdar við umhvørvisvinarligum bussum, og meira kundi meira gjørt við við t.d. aldu- og vindorku. Bjarni segði, at Erling Simonsen hevði verið ein slóbrótari innan hetta øki.

Leygardagin 14. februar tvífaldaðist talið av rapsbilum í Føroyum, tá Alexander Noack var liðugur við at byggja ein annan bil hjá Erlingi Simonsen - ein VW Transporter - um til rapsbil. Arbeiðið varð gjørt á Bilasøluni v. Øssur Johannesen í Hoyvík.