ÚTLAND
Fartekst
Hermenn hjá Norðursamgonguni hava saman við amerikanskum og bretskum hermonnum leitað eftir Osama bin Laden seinastu dagarnar. Hildið varð fyri vist, at yvirgangsleiðarin fjaldi seg í teimum serbygdu holunum við Tora Bora, men tá hermenn hjá Norðursamgonguni tóku holurnar í gjár, var eingin bin Laden at finna.
Talsmenn hjá Norðursamgonguni søgdu, at nakrar kvinnur og nøkur børn vóru ó holunum, men at tað var ógreitt, um tey hava samband við bin Laden.
Samstundis varð fráboðað, at Taliban-hermenninir í Kandahar vóru farnir undir at lata vápnini frá sær, og at Taliban-hermenninir við býin Spin Boldak eisini høvdu lagt vápnini.
Taliban-leiðslan í Kandahar hevði frammanundan játtað at lata einari nevnd vápnini. Á odda fyri nevndini er ein fyrrverandi hernaðarleiðari í Kandahar, sum Taliban góðtók eftir samráðingar við umboð fyri nýtilnevnda stjórnarleiðaranum í Afghanistan, Hamid Karzai.
Kandahar og Spin Boldak hava verið seinastu skansarnir hjá Taliban í Afghanistan, og nú hermenninir har hava valt at leggja vápnini, bendir alt á, at kríggið er um at vera av.