Talið av deyðum oman fyri 900 eftir vatnflóð í Indonesia

Talið av deyðum veksur framvegis eftir nógva regnið í november í millum annað Indonesia.

Nógv hús eru framvegis illa skadd eftir vatnflóð á indonesisku oynni Sumatra. - Mynd: Willy Kurniawan

Fleiri enn 900 fólk hava latið lív í vatnflóð og skriðulopum bara í trimum landspørtum á oynni Sumatra í Indonesia.

Tað vísa dagførd tøl av deyðum frá vanlukkumyndugleikunum í landinum leygardagin.

410 fólk eru framvegis saknað.

Tað var aftur í november, at nógv regn elvdi til sera umfatandi flóðaldur í Suður- og Suðureysturasia.

Men talið av deyðum heldur fram at hækka. Í trimum londum, sum eru rakt av vatnflóð, var talið av deyðum 1.750 fríggjadagin.

Í Aceh Tamiang-økinum á landyrðingsstrondini á Sumatra máttu tey, sum yvirlivdu, ganga í yvir ein tíma leygardagin fyri at koma til ein neyðhjálparmiðstøð.

Á leiðini máttu tey berjast framvið spjaddum viðarbulum og koppaðum bilum, siga tey við tíðindastovuna Reuters.

 

Ritzau/Reuters

 

Nógv hús eru framvegis illa skadd eftir vatnflóð á indonesisku oynni Sumatra. - Mynd: Willy Kurniawan