Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum vil hava Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at greiða frá, hvørjar ætlanir er við liðugtviðgjørdum sjúklingum í Sjúkrahúsverkinum.
Hann hevur tí sett henni ein grein 52a fyrispurning um málið, sum er soljóðandi:
1. Hvussu nógvir liðugt viðgjørdir sjúklingar liggja á sjúkrahúsunum í Føroyum?
2. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum liggja á sjúkrahúsunum?
3. Hvat kostar tað fyri sjúkrahúsverkið at hýsa liðugt viðgjørdum sjúklingum við seingjaplássum, røkt v.m.?
4. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum omanfyri 67 ára aldur?
5. Er ætlanin at áleggja gjald á seingjapláss?
6. Hevur Kommunufelagið eina loysn uppá hesa avbjóðing, og er nakað felagsátak millum landið og kommunur um at loysa hetta átrokandi mál?
7. Eru batar at hóma, ella veksur henda avbjóðing, nú vit gerast fleiri eldri?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Jóhannis Joensen, at tað í nógv ár hevur verið ein avbjóðing, at sjúklingar, sum hava fingið sjúkraviðgerð og eru liðugt viðgjørdir á føroysku sjúkrahúsunum, also eru frískir, men hava brúk fyri røkt og hjálp í dagligdegnum og sum eiga at sleppa heim, ikki sleppa heim.
– Serliga eru tað eldri fólk, sum eru óhjálpin og ikki kunnu klára seg sjálvi. Hesi fólk mugu tí liggja á seingjadeildum á sjúkrahúsunum, har sjúkrahúsini taka sær av teimum. Veita røkt, uppvenjing og tryggleika, sigur hann.
– Hóast kommunur hava gjørt nógvar íløgur í eldraøkið, tykist ongin loysn vera at hóma. Tað sýnist sum, at nógvar kommunur ikki hava gjørt neyðugu íløgurnar, sum gera tað møguligt hjá hesum óhjálpnu borgarum at sleppa heim við heimahjálp, til umlætting á ellisheimum ella fáa tilboð um eldrabúðastað.
Hann vísir á, at tað kann hugsast, at henda avbjóðing veksur, nú vit gerast fleiri, sum eru eldri.
– Eiga vit ikki at loysa hetta betur? Er nakað felagsátak millum landið og kommunurnar um at loysa hetta?
– Fyri at fáa at vita, hvør ætlanin er á hesum øki, og fyri at vita, hvat kommunurnar siga um hesa støðu, verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni, sigur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins.










