Fleiri dagar eftir at ein ódn rakti suður- og eysturpartin av Spania, veksur talið av deyðum av flóðalduni framvegis.
Í dag boðaðu økismyndugleikarnir í Valencia frá, at í minsta lagi 202 fólk hava latið lív.
Hetta skrivar tíðindastovan Reuters.
Samstundis halda sponsk bjargingarfólk fram mikudagin við at royna at røkka økjum, sum eru avskorin frá umheiminum.
Umleið 500 hermenn eru sendir til Valencia-landslutin at leita eftir saknaðum fólkum og hjálpa teimum, sum yvirliva.
At deyðatalið fór at hækka var væntandi. Seint í gjár - tá í minsta lagi umleið 150 vórðu staðfest deyð - segði ráðharrin, sum hevur ábyrgdina av samstarvinum við sponsk øki, Angel Victor Torres, at tað fór at vaksa enn meira.
/Ritzau/