Í Italia hava forsætisráðharrin, Mario Monti, og undanmaður hansara, Silvio Berlusconi, fingið hóttanarbrøv frá fólki, sum eru í øðini um sparitiltøkini hjá stjórnini. Sambært fjølmiðlunum fingu teir báðir eisini byrsukúlur í brøvunum.
Italska løgreglan sigur, at hóttanarbrøvini við byrsukúlunum eru send úr Calabria-landspartinum seinasta hósdag. Sambært løgregluni er tað líkt til, at brævskrivarin hevur fingið hugskotið við byrsukúlunum úr einum filmi um italsku mafiuna.
Mario Monti, sum tók við sum forsætisráðharri í november, hevur sagt, at hansara landsmenn mugu fyrireika seg til eitt strævið tíðarskeið við sparingum og skattahækkingum. Men tey hørðu tiltøkini eru neyðug fyri at fáa landið aftur á baint, sigur hann.