Formaðurin í Føroya Væl, Jóan Petur Johannesen, sigur tað vera átaluvert, at løgmaður úttalar seg soleiðis í løgmansrøðu síni, uttan at hava viðgjørt málið við baklandið.
- Eg eri staddur uttanlands og skal gera vart við, at nevndin í Føroya Væl ikki hevur viðgjørt málið, og tí úttali eg meg sum privatpersónur og ikki sum formaður í Føroya Væl. Men tað var ógvuliga óumhugsað at úttala seg í einum so grundleggjandi máli fyri Sambandsflokkin sum ríkissambandið er, sigur Jóan Petur Johannesen.
Hann heldur, at tað er ógvuliga óheppi av løgmanni at úttala seg um ríkisfelagsskapin, uttan at tað á nakran hátt er viðfgjørt í flokkinum.
- Slík grundleggjandi mál fyri Sambandsflokkin mugu og skulu umrøðast, áðrenn alment verður meldað út um ein broyttan ríkisfelagsskap. Tað minsta átti at verið, at løgmaður tosaði við tingmanningina um hetta áðrenn, sigur Jóan Petur Johannesen.
Hann er sum nevnt staddur uttanlands, og málið verður tí ikki tikið upp, fyrr enn nevndin aftur verður fullmannað.
- Men soleiðis sum eg síggi málið, eigur løgmaður at fáa eina átalu fyri slík úttalisli. Tí tað er klárt, at tað skapar ótryggleika millum sambandsfólk, sigur Jóan Petur Johannesen.
Hann vil tó ikki fara so vítt sum Edmund Joensen og krevja Kaj Leo Johannesen at leggja frá sær sum formann í flokkinum.
- Tað sigur seg sjálvt, at skuldu vit skift formann hvørja ferð eitt óheppi úttalisli kom, so gjørdu vit einki annað, sigur Jóan Petur Johannesen, formaður í Føroya Væl.