Talv: 7. umfar í dag

Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum

Landskappingin í talvi er byrjað aftur í nýggja árinum. Fyrsta umfar í seinnu hálvu er farið afturum, og í dag verða leikirnir fluttir í sjeynda umfari í øllum deildum.

Í seinasta umfari í 1. deild um miðjan januar otaði oddaliðið hjá Sandavágs Talvfelag seg eitt stig longur frá argastu kappingarneytunum í Havnar Telvingarfelag. Sandavágsmenn vunnu 3-1 á kollfirðingum. Á 1. borði eydnaðist Hans Kristiani Simonsen at koppa Høgna Egilstoft Nielsen. Á hinum borðunum vunnu vágamenn. Silas Eyðsteinsson var ikki við í sætta umfari; fyri hann telvaði Bernhard Augustinussen. Eykamenninir hjá Sandavágs Talvfelag hava higartil gjørt bart, tá tørvur hevur verið á teimum. Bæði Bernhard Augustinussen og Ingi Wiberg hava fulla úrtøku sum avloysarar.

##med2## 

Fyrsta lið hjá Havnar Telvingarfelag mátti heldur óvæntað sættast við javnleik 2-2 móti B-liði felagsins. Er nakað lið, sum hevur volt HT 1 trupulleikar í hesum kappingarári, er tað B-liðið hjá sama felag. Á fyrsta borði endaði javnt millum Martin Poulsen og Rógva Mortensen. Á øðrum borði vann Olaf Berg á Herluf Hansen, men á triðja borði koppaði Margar Berg Sjúrði Thorsteinssyni. Og á fjórða borði endaði javnt millum Luitjen Apol yngra og Eli W. Finnsson.

Í triðja dystinum vunnu klaksvíkingar 3-1 á vestmenningum. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Rani Baldvinsson vunnu, meðan Steintór Rasmussen mátti lúta fyri Samson Højgaard. 

Støðan í 1. deild fyri sjeynda umfar í dag er henda: 

Sandavágur 18½ stig

Havnin 17

Klaksvík 13½

Havnin B 9

Kollafjørður 7½

Vestmanna 6½

Dystirnir í dag eru hesir:

Havnin-Vestmanna

Havnin B-Sandavágur

Klaksvík-Kollafjørður 

Hinar deildirnar

Í 2. deild er støðan henda:

Havnin 16½

Klaksvík 15½

Kollafjørður 12½

Runavík 11½

Sandavágur 10

Gøta 6 

Dystirnir í dag:

Havnin-Klaksvík

Runavík-Kollafjørður

Sandavágur-Gøta

 3. deild (Støðan)

Toftir 19½

Klaksvík 19

Havnin 17

Kollafjørður 16

Sandavágur 13½

Runavík 12

Sandavágur B 11½

Rókur 11

Kollafjørður B 9½

Vestmanna 8

Havnin B 3 

Dystirnir í dag:

Havnin-Toftir

Klaksvík-Vestmanna

Kollafjørður-Sandavágur

Rókur-Runavík

Havnin B-Sandavágur B

Allir dystir byrja klokkan 14.00. Fimm dystir eru í Havn, og har verður telvað í Gula Skúla við Landavegin.