Talvan kann verða koppað á

Møguleiki er fyri nýggjum liði bæði í toppinum og botninum

Í gjár vóru tveir teir fyrstu dystirnir í øðrum umfari. Óvæntað var tað, at EB/Streymur, sum er óvanliga dygt rakt av skaðum, megnaði at vinna 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Meistararnir í KÍ vunnu 1-0 á heimavølli ímóti B36. KÍ hevur fulla úrtøku og er topplið – í hvussu so er inntil seint seinnapartin í dag.

 

Í dag eru tríggir teir síðstu dystirnir í øðrum umfari í landskappingini á skrá.

 

Í Gundadali fær HB vitjan av NSÍ. Undan dagsins dysti er HB á triðja plássi. Um HB vinnur við tveimum málum ella meiri enn tað, so verður HB topplið eftir annað umfar.

 

Skála er aftast, og B68 er næstaftast. Hesi bæði liðini hittast á Svangaskarði.

 

Umframt Skála og B68 hava AB og 07 Vestur einki stig.

 

Tað vera 6 – 7 stig seinnapartin. Tað verður turt, hann verður landssynningur, og vindferðin verður 6 – 7 metrar um sekundið.

 

 

 

B68 – Skála: Rani A. Skaalum kl. 16.00

 

HB – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

AB – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

Í gjár

 

KÍ – B36 1-0 (1-0)

 

1-0: Jóannes Bjartalíð 10.

 

Víkingur – EB/Streymur 1-2 (1-1)

 

0-1: Rói H. Olsen

 

1-1: Andreas Lava Olsen

 

1-2: Jákup Hummeland

 

 

 

 2200406 
B36 2101423 
HB 1100313 
NSÍ 1100433 
EB/Streymur2101553 
Víkingur 2101443 
07 Vestur 1001230 
AB 1001130 
B68 1001140 
Skála 1001030