Føroyska talvlandsliðið luttekur í hesum døgum á talv-olympiaduni í Dunya Satranc í Istanbul, Turkalandi. Føroyska liðið, sum er mannað við Helga Dam Ziska, John Arna Nilssen, John Rødgaard, Joan Hendriki Andreasen og Rógva Egilstoft Nielsen, vann teir báðar fyrstu dystirnar ímóti Sudan og Togo, men hevur nú tapt tríggjar á rað ímóti væl sterkari mótstøðu.
Í dag have føroyingarnir tó møguleikan ímóti Ný Sælandi, sum er á støði við Føroyar.
Tætt ímóti Georgia
Í fjórða umfari í talvolympiaduni hittu Føroyar leygardagin Georgia, sum við fýra GM'arum má metast at vera ein sera sterk talvtjóð. Føroyar, sum harafturímóti hevur tríggjar IM'arar, gav georgunum skarpan gang og prógvaðu, at tað ikki er so langt ímillum Føroyar og tey bestu - sigurin kundi í grundini farið báðar vegir.
Helgi Dam Ziska á borði eitt lá fleiri ferðir til at vinna sítt talv ímóti Mikheil Mcedlishvili, og hóast tað bylgjaði aftur og fram, so endaði taðvið at teir samdust um javnleik.
John Arne Nilssen telvaði eitt gott talv ímóti Merab Gagunashvili, men í leiki 38 tapti hann upp á tíð eftir at støðan annars var púra jøvn.
John Rødgaard telvaði javnt ímóti Nornike Sanikitze, ímeðan Rógvi Egilstoft Nielsen var óheppin at missa finnuna, sum gjørdist avgerandi, og tapti hann harvið talvið.
Georgia vann tískil dystin 3-1 ímóti Føroyum, men dysturin var avgjørt javnari, enn hetta úrslitið ber boð um.
Singapore ov stinnir
Sunnudagin telvaðu Føroyar ímóti Singapore, sum eru sera sterkir og væl sterkari enn Georgia. Helgi Dam Ziska var enn einaferð á fyrsta borði, har hann hitti Zhong Zhang við sterka styrkistalinum 2595, og tapti Helgi eisini hetta talvið. Tað sama gjørdu John Arni Nilssen og John Rødgaard ímóti betri styrkismettum telvarum, men so manglaði bara Rógvi Egilstoft Nielsen, sum hevði størsta styrkismunin. Hóast hin er omanfyri 200 stig sterkari enn ungi vágamaðurin, so legði hann líka í og vann talvið. Hann tryggjaði harvið Føroyum eina stigið í 1-3-tapinum fyri Singapore.
Mánadagin telvar Føroyar ímóti Ný Sælandi, og verður hetta sambært styrkistølinum ein spennandi dystur, har Føroyar hava ein góðan møguleika.
kelda: faroechess.com