Tamir havnarmenn

2. deild: NSÍ vann fult uppibornan sigur á B36 í Runavík

2. deild: NSÍ vann fult uppibornan sigur á B36 í Runavík


Í fleiri av teimum fyrstu umførunum hevur støðan hjá næstbestu runavíkingunum verið tann, at liðið hevur spælt vakran fótbólt fyrstu tríggjar fjórðingarnar av vøllinum.

Seinasta petti hevur trupulleikin tó ofta verið tann, at inn í málið hevur bólturin ikki vilja, og tá er sjálvsagt ógvuliga trupult at vinna dystirnar.


Heimaliðið meira vandamikið

Leygardagin fingu runavíkingar vitjan av B36, sum hevur staðið seg væl higartil í kappingini, og allarhelst vóru teir eisini at meta sum favorittar undan dystinum.

At byrja við gekk rættuliga javnt á millum liðini, men um miðjan hálvleikin fekk heimaliðið hol á, tá rangstøðufellan hjá B36 kiksaði, so Bergur Djurhuus slapp púra leystur, og kundi leggja heimaliðið fram um.

Hetta broytti sjálvandi fyritreytirnar hjá báðum liðum at spæla, og heimaliðið tók seg eisini nakað longur aftur á vøllin, so leiðslan kundi verjast, meðan teir dúvaðu upp á kontraálop.

B36 fekk sostatt nakað betri frið at spæla, men hetta viðførdi tó ikki teir heilt stóru málmøguleikarnar.

Sum dysturin leið, løgdu gestirnir alt meira fyri, og so hendi tað, sum so ofta hendir slíkum støðum. Í royndunum at javna, gjørdust havnarmenninir ov tunnir í verjupartinum, og so slapp Høgni á Lakjuni leysur, og staðfesti sigurin hjá heimaliðnum.


Upp móti oddinum

Við sigrinum smoygdu runavíkingar seg eitt stig fram um B36, soleiðis at teir nú eru á 4. plássinum í kappingini.

Komandi vikuskifti skal NSÍ til Fuglafjarðar, meðan B36 á heimavølli tekur móti Royn.


NSÍ-B36 2-0 (1-0)

1-0: Bergur Djurhuus

2-0: Høgni á Lakjuni